Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Seinasti taktikkfundurin áðrenn brakið ímóti Ukraina seinnapartin í dag, hevur júst verið.
Seinastu dagarnar hava fundirnir verið drúgvir, so í dag snúði tað seg mest um at syrgja fyri at allir vóru púra greiðir um avtalurnar, og so at koma í rætta sinnisstøðu.
-Hinir vunnu greiðan sigur, so teir fara at halda at teir sleppa líka lætt aftur hesaferð. Men vit taka teir á bóli, segði Sonni Larsen við leikararnar hjá sær.
Leikararnir fingu eisini orðið, og teir heittu allir á hvønn annan um at verða til reiðar at gera tað eyka arbeiði fyri at steðga ukrainum. Bakka upp og hjálpa hvørjum øðrum er mantraið undan dystinum.