Skaðin hjá Rógva gav pláss fyri Heina

(FM1) Hoyr samrøður við Heina Vatnsdal og Rógva Baldvinsson sum hann avloysti beint undan dystarbyrjan

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Heina Vatnsdal sum fekk møguleikan tá Rógvi Baldvinsson í upphitingini fekk ein fipurskaða.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Baldvinsson sum fortaldi um skaðan.

 

Rógvi Baldvinsson greiðir frá, at tá hann fekk skaðan kendist tað sum at fáa ein knív. Hann var óttafullur um, at onkur áskoðari hevði blakað okkurt eftir honum, men fann skjótt útav hvat var galið. Í neyðini fegnast hann um, at liðið hjá honum í Noregi ikki spælur aftur fyrrenn um fimm mánaðir.

 

Heini Vatnsdal tók av møguleikanum, og hann sigur, at hann fer at stríðast fyri at sleppa at spæla hvønn dyst í komandi EM-undankapping.