Nýggjastu tíðindini um álopið í dag við einum vøruvogni á handilsgøtu í Barcelona siga, at bilførarin koyrdi 500 metrar oman eftir handilsgøtuni, og at 13 fólk eru deyð, og at minst 100 hava fingið skaða.
Tveir danir eru miilum teirra, ið hava fingið skaða.
Innanríkisráðharrin í Catalonia váttar tølini. Myndugleikarnir siga, at landasorg verður lýst í økinum í 3 dagar. Fríggjadagin klokkan 12 verður stilli í ein minutt á øllum týðandi savningatstøðum, og siga myndugleikar, at hetta er fyri ikki at vísa ótta, men fyri at leggja dent á, at fólkið er savnað - meira enn nakrantíð.
Enn er bilførarin av hvíta vørubilinum ikki handtikin.
Nakrar tímar eftir bilálopið tók IS ábyrgdina av álopinum, men enn eru prógv ikki komin undan kavið, ið kunnu staðfesta hetta.