Teir tríggir samgonguleiðararnir, Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Poul Michelsen, landsstýrismaður, sendu í gjár boð út um, at uppskotið um at leingja skipanina við fiskidøgum er tikið aftur.
Høgni Hoydal, sum hevur fiskivinnumál um hendi, hevur í morgin eina fund við vinnuna og so fer eitt uppskot at koma um umsitingarætlan og um tað verða kvotur ella fiskidagar í skipanini komandi ár.
At hesin knasturin er fingin av vegnum í samgonguni, hevur eisini við sær, at løgmaður nú fer at seta eitt nýtt landsstýrisfólk í staðin fyri Henrik Old, sum legði frá sær í farna mána..
Landsstýrið hevur eisini avgjørt, at koma við einum uppskoti, sum fer at leingja barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum. Uppskotið er sent til hoyringar.










