Video: Hetta elvdi til flóðalduna í Grønlandi

- og hyggur man væl sæst, at eitt stórt stykkið av fjallinum liggur leyst.

Ein tyrla fleyg framvið staðnum, har eitt stórt stykkið av einum fjalli fór í havið og førdi við sær eina flóðaldu. Beint undir liðini á lopna fjallasíðuni liggur eitt stykkið, sum eisini er til reiðar at rapa. 

 

 

Tað er hetta stykkið, sum er orsøkin til, at bygdirnar Illorsuit og Niaqornat vórðu evakueraðar í nátt. Skipið Vædderen er sett til at ansa eftir fjallasíðuni. 

 

 

Sambært Sermitsiaq sigur Arktisk Kommando, at tey í dag fara at fáa eitt flogfar og eina tyrlu aftrat sum stuðul. Hesi skulu nýtast til leitingararbeiði og at flyta fólk. Eisini skulu tey vera við til at finna fram til, hvussu stórir skaðarnir eru og meta um vandan fyri fleiri náttúruvanlukkum. 

 

Trýst á pílin fyri at síggja myndina.