hann, at skiparin var dottin úr stólinum. Hann hevði fingið hurðina á seg. Borið var skjótt at við at forða fyri at meira sjógvur kom í skipið og skiparin varð fingin í koyggjuna, har roynt var at fáa hann [...] manningin tó sjálv at sigla skipið til Føroya. Hetta var eisini frægasta loysnin, tí illveður var á leiðini, har Ågot var, og tí varð tað ikki ráðiligt hjá Hvidbjørnen at leggja upp at síðuni á Ågot. Avgjørt [...] hann til lívs aftur. Men einki var at gera. Skiparin hevði fingið so ógvusligan skaða, at hann doyði. Hvidbjørnen til hjálpar Neyðarkall varð beinan vegin sent út, og danska verjuskipið, Hvidbjørnen, sum
rættuliga saman. Heðin Mortensen metir, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki hevur megnað at raðfest játtanina innanhýsis. Hann vísir á, at talan er um ein spurning um at raðfesta rætt innanhýsis. Leiðslan [...] sannførdur um, at legði leiðslan á Landssjúkrahúsinum eina langtíðarfíggjarætlan, har greitt varð frá íløgutørvi og so fram vegis fleri ár fram, so hevði eydnast at fingið Landssjúkrahúsið at virka betur [...] betur. Men Heðin Mortensen heldur, at nakað má gerast við málið nú. Tí vísir hann á, at tað er uppgávan hjá landsstýrinum at fáa viðurskiftini í rættlag. ? Ger landsstýrið einki við málið, má løgtingið koma
sigur, at nú tað er avgjørt at siga einum teknikara á sjúkrahúsinum upp, missa tey ein stóran part av trygdini tey hava. ? Nú teknikarin verður sagdur upp, fer tað ikki longur at bera til at hava vaktarskipan [...] aftur siga, at , at aftaná vanliga arbeiðstíð, er ongin teknikari á vakt á sjúkrahúsinum. ? Sostatt hava vit onga trygdarskipan á sjúkrahúsinum aftaná klokkan fýra um dagin. Bogi Djurhuus sigur, at hetta er [...] keðilig støða. Tí hetta ber í sær, at gongur eitt tól fyri aftaná klokkan fýra um dagin, í vikuskiftunum, ella ein heilidag, er ongin at gera tað aftur. Hann skoytir uppí, at á sjúkrahúsinum eru nógv ymisk
til hús aftur. Fyrsta treytin fyri, at tað skal eydnast at sleppa undan at flyta niður, er, at vit leggja alt tað í, sum vit megna, og eg havi vón um, at tað fer at eydnast bæði ímóti B68 og leygardagin [...] lagað seg soleiðis, at tað er rættiliga sannlíkt, at tað verður NSÍ ella B68, sum noyðist tungu gongdina úr bestu og í næstbestu deildina. Treytirnar undan grannauppgerðini eru, at B68 varðveitir plássið [...] leygardagin á útivølli ímóti HB, og so fæst at síggja, hvat tað fer at bera við sær, sigur Klæmint A. Olsen. Hjá NSÍ er miðvallarin Mathias Nielsen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti Víkingi. NSÍ
løgmaður við at loysa málið, uttan at koyra Jenis av Rana frá sum landsstýrismann ella at geva honum kravboð um at loysa málið soleiðis, sum Løgtingið hevur samtykt. Ein møguleiki er, at løgmaður ístaðin [...] eftir útsøgninga hjá Jenisi av Rana um, at hann ikki hevði stuðlað Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra – av tí at hann er samkyndur, at Høgni Hoydal boðaði frá, at eitt misálitisuppskot á landsstýrismannin [...] krókum. Og um meiriluti er fyri at koyra Jenis av Rana frá sum landsstýrismann, so er sannlíkt, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni, sum soleiðis fellir. Annar møguleiki er, at løgmaður koyrir Jenis av Rana
trupulleikan, at starvsfólk í heilum arbeiða undirmannaði og mugu arbeiða dupultar vaktir, tí trotið er vorðið so ovurhondsstórt. Tað er sera ørkymlandi, at vit sum samfelag bara síggja til, at tað standa [...] kraft er vundin úr starvsfólkunum. At arbeiða við menniskjum, SKAL og MÁ ikki loysast í uppgávum. Tað krevur tíð, at arbeiða við einari heildarrøkt. Vit mugu fara vekk frá at sløkkja eldar, tí tað kann ikki [...] ikki forsvarast fakliga, og tað er við til at sløkkja neistan hjá starvsfólki, ikki at hava ta tíð tað tekur, at veita eina fakliga góða røkt. Hvussu loysa vit so starvsfólkatrotið? Har er einki quick fix
áðrenn teir eisini fara at siga. Spurdur, nær hann væntar, at Jógvan I stevnir henda vegin aftur, sigur Hálvdan Gudmundsen soleiðis: - Fiskiskapurin er so mikið góður, at eg vænti, at teir fiska og frysta [...] og sjógvurin er eisini væl heitari. Tí verður eisini ansað eftir, at seturnar ikki gerast ov stórar, soleiðis at frystiorkan megnar at frysta fiskin undan, leggur hann aftrat. [...] Hálvdan Gudmundsen. Samlaða føroyska línukvotan á Flemish Kap er ikki nóg stór til, at tað loysir seg hjá øllum línuflotanum at fara hesa longu leið. Kvotan í ár er sløk 1100 tons, og tá eru 186 tons íroknað
lagt ráð um, at vit í løtum ætlaðu at leypa á frammarlaga. Um vit bara bíðaðu á egnari hálvu, so vistu vit, at teir fóru at fáa greiða yvirvág. At vit bjóðaðu av á teirra hálvu, bar við sær, at talan var [...] liðformaðurin Jákup B. Andreasen ásannar, at talan var ikki um so stóran mun á liðunum í fyrra hálvleiki. -At teir vóru so ágangandi bar við sær, at vit høvdu ilt við at finna rútmuna í spælinum, og tað órógvaði [...] fyrra hálvleik, hóast teir vóru frammanfyri 2-0, tá ið vit fóru at hvíla okkum. Eftir steðgin vísti tað seg at vera fyrimunur fyri teir, at teir, sum verða skiftir inn, hava sama støðið, sum teir hava, ið
skal gerast. Vit siga, at danska stjórnin má viðganga, at her er so nógv skeivt farið fram móti Føroyum og sum roynt er at koyra undir teppið, at stjórnin loksins má vísa vilja til at gera eina avtalu við [...] Fíggjareftirlitinum, at danska stjórnin hevur einki annað í at velja mótvegis fólkakravi føroyinga, enn at slaka og byrja ein uppbyggjandi dialog við føroyskar myndugleikar. VIT siga ikki, at ein nýggj kanning [...] sum t.d. sigur, at stjórnin, Den Danske Bank og Føroyar rinda hvør sín triðing av uttanlandsskuldi. Alt annað er uttanumtos. Danir hava slept Føroyum uppá fjall, og tað er einki dulsmál, at nógvir danskir
fer hann at gera alt fyri, at tað eru og verða el-bussarnir, sum røkja hesa farleið í høvuðsstaðnum, og sjálvur hevur hann góðar vónir um, at verkætlanin við tveimum el-bussum á leiðini fer at eydnast. [...] aðrar diesel-drivnar bussar inn, men eg má viðganga, at el-bussarnir hava riggað sera væl, sigur Heðin og vísir á, at tá bussarnir komu, varð sagt, at teir kundu koyra umleið 350 kilometrar við einari løðing [...] ini, er í fyrsta lagi at koyra í eitt summar og í ein vetur fyri at síggja, hvussu kuldin ávirkar battaríið í el-bussunum. Sjálvandi er battaríið væl bjálvað, men hann væntar, at løðingin verður nakað