Klakkur er eisini á veg heim. Teir hava umleið 242 tons og fóru at sigla umleið hálvt annað samdøgur, áðrenn Eivind fór. Eftir á Flemish Kap av føroysku frystilínuskipunum er Jógvan I.

Føroysk línuskip rokfiska á Flemish Kap

Tvey av trimum frystilínuskipum eru nú á veg heim av Flemish Kap, har fiskiskapurin hevur verið góður.

 

Klakkur er eisini á veg heim. Teir hava umleið 242 tons og fóru at sigla umleið hálvt annað samdøgur, áðrenn Eivind fór. Eftir á Flemish Kap av føroysku frystilínuskipunum er Jógvan I.

Av trimum línuskipum, sum fiska føroysku toskakvotuna á Flemish Kap í ár, eru tvey teirra longu á veg heim og hava fingið sína kvotu, meðan skipið, sum eigur mest at fiska hesaferð, væntandi verður har yviri einar fimm dagar aftrat.

 

- Fiskiskapurin hevur verið góður, og nú vit seinnu árini hava verið har yviri bæði fyrst í árinum og nú eisini í mai og juni, vísir tað seg, at árstíðin er líkamikið. Her er nógvur fiskur, og her er nógvur og góður toskur.

 

Tað sigur formaðurin í Felagnum Línuskipum, sum eisini er reiðari á frystilínuskipinum, Eivindi, Hálvdan Gudmundsen.

 

Samlaða føroyska línukvotan á Flemish Kap er ikki nóg stór til, at tað loysir seg hjá øllum línuflotanum at fara hesa longu leið. Kvotan í ár er sløk 1100 tons, og tá eru 186 tons íroknað, sum Føroyar hava fingið í samráðingum við Bretland. 

 

Línuskipini, sum fiska kvotuna á Flemish Kap í ár, eru Klakkur, Jógvan I og Eivind.

 

- Eivind er á veg heim við 163 tonsum, harav meginparturin er toskur, fýra tons er kalvi, og tvey tons eru liri. Teir hava siglt í skjótt hálvt annað samdøgur, og vit rokna við, at heimferðin tekur eina viku.

 

Hálvdan Gudmundsen sigur, at fiskiskapurin á Flemish Kap hevur verið góður.

 

- Vit kundu havt gjørt túrin upp á styttri tíð, men vit hava eisini royndarfiskað fyri Havstovuna, og tá skulu vit flyta okkum og royna á ymiskum leiðum, meðan vit royndarfiska. 

 

Hann sigur, at Eivind tískil ikki hevur ligið við fullari framleiðslu hvønn dag, og seturnar á Flemish Kap hesaferð vóru 14 í tali.

 

- Klakkur er eisini á veg heim. Teir hava umleið 242 tons og fóru at sigla umleið hálvt annað samdøgur, áðrenn Eivind fór at sigla. 

 

Eftir á Flemish Kap av føroysku frystilínuskipunum er Jógvan I, og formaðurin í Línuskipum metir, at teir hava eini 200 tons í lastini. Jógvan I fiskar umleið 100 tons aftrat, áðrenn teir eisini fara at siga.

 

Spurdur, nær hann væntar, at Jógvan I stevnir henda vegin aftur, sigur Hálvdan Gudmundsen soleiðis:

 

- Fiskiskapurin er so mikið góður, at eg vænti, at teir fiska og frysta eini 20 tons um samdøgrið. So, um alt gongur væl, fiskar Jógvan I kanska í einar fimm dagar aftrat.

 

Hálvdan Gudmundsen sigur, at nøgdirnar, sum her eru nevndar hjá teimum trimum føroysku frystilínuskipunum, er tað, sum skipini hava fingið í lastina. Tað merkir, at hetta er kruvdur, avhøvdaður og frystur fiskur.

 

- Tað er lýggjari í veðrinum nú, enn tað er fyrst í árinum, og sjógvurin er eisini væl heitari. Tí verður eisini ansað eftir, at seturnar ikki gerast ov stórar, soleiðis at frystiorkan megnar at frysta fiskin undan, leggur hann aftrat.

 

 

 

Klakkur er eisini á veg heim. Teir hava umleið 242 tons og fóru at sigla umleið hálvt annað samdøgur, áðrenn Eivind fór. Eftir á Flemish Kap av føroysku frystilínuskipunum er Jógvan I.