Neyvan dramatikkur í Løgtinginum í dag

Høvuðspersónurin er burturstaddur, tí verður ikki roynt at fella hann í dag.

 

Tað var eftir útsøgninga hjá Jenisi av Rana um, at hann ikki hevði stuðlað Søren Pape Poulsen sum forsætisráðharra – av tí at hann er samkyndur, at Høgni Hoydal boðaði frá, at eitt misálitisuppskot á landsstýrismannin er á veg.

Og uppskotið er framvegis á veg. Ikki bara fyri útsøgnina um samkynd, men eisini tí, at Jenis av Rana ikki hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina í tveimum málum, viðvíkjandi rammusáttmála við Ísland og viðvíkjandi arktiska politikkinum hjá Føroyum, sum Jenis av Rana hevur lagt fram á fundi í Reykjavík.

Men av tí at Jenis av Rana er burturstaddur, og tí at Løgtingið ikki er fullmannað í dag, verður uppskotið ikki lagt fram í dag, sigur Høgni Hoydal.

Tað er tos um nýval til Løgtingið í fleiri krókum. Og um meiriluti er fyri at koyra Jenis av Rana frá sum landsstýrismann, so er sannlíkt, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni, sum soleiðis fellir. Annar møguleiki er, at løgmaður koyrir Jenis av Rana frá sum landsstýrismann.

Málið um rættindi til samkyndar mammur spøkir enn, tí Jenis av Rana liggur á málinum og ger ikki, sum løgmaður sigur. Sum skilst arbeiðir løgmaður við at loysa málið, uttan at koyra Jenis av Rana frá sum landsstýrismann ella at geva honum kravboð um at loysa málið soleiðis, sum Løgtingið hevur samtykt. 

Ein møguleiki er, at løgmaður ístaðin fer at taka málsøkið frá Jenis av Rana og lata til annan landsstýrismann, sum síðani kann loysa tað soleiðis, sum Løgtingið hevur samtykt.

Sambandsflokkurin hevði eitt sera gott úrslit á fólkatingsvalinum, har flokkurin fekk 30,2 prosent, sum er 9,9 prosentstig meira, enn flokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2019. Tað hevði givið Sambandsflokkinum 10 tingsessir í staðin fyri 7, sum hann fekk seinast. Hetta kann hava givið løgmanni blóð á tonna.

Skuldi løgmaður skrivað út nýval í næstu viku, so kann tað haldast fyrstu viku í desember, og so kundi nýtt landsstýrið verið skipað fyri jól.

Higartil hevur bara Johan Dahl alment boðað frá, at hann tekur undir við misálitið á Jenis av Rana. Um ein persónur úr samgonguni ella Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum ger tað sama, so er meiriluta fyri misáliti á Jenis av Rana.

Tingfundur er annars í dag klokkan 10 við hesi dagsskrá:

1    1. viðgerð LM-019/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Broytingar í tøkugjaldinum)

2    1. viðgerð LM-022/2022 - Uppskot til samtyktar viðvíkjandi at endurskoða landsroyndir og PISA-royndir

3    1. viðgerð LM-023/2022 - Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar

4    1. viðgerð LM-024/2022 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

5    Framløga