Tíðliga í summar vórðu tveir el-bussar settir í rutu at koyra á Leið 4 hjá Bussleiðini í Tórshavnar kommunu. Tað er Heðin Zachariasen, sum rekur Bussleiðina fyri kommununa.
Bussleiðin hevur tilsamans 20 bussar tøkar, 18 nýggjar og tveir eldri. Millum teir nýggju, eru eisini tveir el-bussar, sum nú eru royndir í nakrar mánaðir.
Báðir el-bussarnir koyra á Leið 4, sum hon verður rópt. Teir byrja sína rutu á Glasi, og rutan endar aftur á Glasi. Tá bussarnir koma av Glasi og út á høvuðsvegin, fer annar til vinstru, og hin fer til høgru. Nógvir skúlanæmingar brúka hesar bussarnar, men teir verða eisini brúktir av nógvum øðrum.
Heðin Zachariasen sigur, at el-bussarnir onkuntíð eru brúktir á øðrum leiðum onkrar leygardagar og sunnudagar.
- Jú, onkrir byrjunartrupulleikar hava verið, treyðugt so, og tá hava vit sett aðrar diesel-drivnar bussar inn, men eg má viðganga, at el-bussarnir hava riggað sera væl, sigur Heðin og vísir á, at tá bussarnir komu, varð sagt, at teir kundu koyra umleið 350 kilometrar við einari løðing.
Men, hetta hevur sjálvandi ikki verið roknað eftir føroyskum viðurskiftum.
- Eg má siga, at eg eri ovfarin av, hvussu leingi bussarnir kunnu koyra við einari løðing, og hetta er væl meira, enn eg hevði væntað. Vanliga hava bussarnir koyrt í tveir dagar við einari løðing, men tá skal sigast, at veðrið hevur verið gott ein stóran part av tíðini.
Tað hevur altíð verið roknað við, at tá tað verður kaldari, so verður battaríið eisini ódrúgvari. Spurningurin er bara, hvussu nógv ódrúgvari tað verður.
- Tað vita vit ikki, fyrr enn vit hava roynt tað, og hetta verður so eisini ein partur av hesi royndarverkætlan, sigur Heðin Zachariasen og heldur fyri, at høvdu bussarnir eisini um veturin klárað at koyrt ein heilan dag við einari løðing, hevði tað verið fínasta slag.
Løðistøð er á verkstaðnum hjá veitaranum á Slættanesgøtu.
Tað, sum Heðin Zachariasen hevur sett sær fyri í royndartíðini, er í fyrsta lagi at koyra í eitt summar og í ein vetur fyri at síggja, hvussu kuldin ávirkar battaríið í el-bussunum. Sjálvandi er battaríið væl bjálvað, men hann væntar, at løðingin verður nakað ódrúgvari í kulda á vetrardegi enn ein góðan summardag.
El-bussarnir eru ógvuliga góðir at koyra. Teir eru ljóðleysir, og her er eingin motorroykur. Mekaniskt er ein el-bussur ikki stórt øðrvísi enn ein diesel-bussur.
- Tað krevur eina ávísa venjing at koyra ein kvikan og ljóðleysan el-buss, sigur Heðin Zachariasen, sum sjálvur eisini hevur sitið aftanfyri róðrið á bussunum.
Sum veitari fer hann at gera alt fyri, at tað eru og verða el-bussarnir, sum røkja hesa farleið í høvuðsstaðnum, og sjálvur hevur hann góðar vónir um, at verkætlanin við tveimum el-bussum á leiðini fer at eydnast.