Tað er mest sum lagnunnar speisemi, at tað seinnapartin vera NSÍ og B68, sum fara at spæla og stríðast um, hvat av hesum liðunum saman við Skála skal flyta niður í næstbestu deildina.
Seinastu vikurnar hava úrslitini lagað seg soleiðis, at tað er rættiliga sannlíkt, at tað verður NSÍ ella B68, sum noyðist tungu gongdina úr bestu og í næstbestu deildina.
Treytirnar undan grannauppgerðini eru, at B68 varðveitir plássið í fremstu røð, um tað eydnast toftamonnum seint seinnapartin at hava í hvussu so er eitt stig við sær út um aftur Rókina og á Svangaskarð. Hjá NSÍ er vegurin knortlutari. NSÍ skal vinna fulla úrtøku ímóti B68, og so skal NSÍ í síðsta umfari, tá ið tað verður ímóti HB á útivølli, vinna fleiri stig, enn B68 fer at vinna ímóti B36 á Svangaskarði.
Í báðum legum hevur tað í vikuni støðugt og aftur í dag verið kynt uppundir. Klokkan 14 fer skrúðgonga av Svangaskarði, og klokkan 14.30 fer skrúðgonga av økinum frammanfyri Hotel Runavík. Í báðum førum verður kósin sett ímóti vøllinum við Løkina í Runavík, har fyrsta bríksl í stóra slagnum verður klokkan 15.
-Um vit ikki avrika frægari, enn vit gjørdu í 1-0 heimatapinum ímóti AB síðsta sunnudag, so hava vit einki at gera í bestu deildini. Men eg eri sannførdur um, at avrikið ímóti NSÍ verður øðrvísi, enn tað var ímóti AB, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.
Hjá B68 eru allir spælararnir tøkir. Eisini Aleksandur Ó. Jensen, liðformaðurin, sum var leikbannaður síðsta sunnudag.
Felagsmaðurin yvir allar aðrar í NSÍ er liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum hevur verið á besta NSÍ liðnum síðani 2007 ella í samfull 22 ár. Hann hevur spælt 371 landskappingardystir og skorað 229 mál í bestu deildini, og hann er oddamaður, nú NSÍ av álvara er á tromini at flyta niður úr bestu deildini.
-Í 2-1 tapinum í Gøtu síðsta sunnudag var hugburðurin av tí besta, sum vit hava víst í ár, og talan var um beinleiðis álopsspæl. Tað hevði ikki verið órímuligt, um vit høvdu havt í minsta lagi eitt stig við okkum til hús aftur. Fyrsta treytin fyri, at tað skal eydnast at sleppa undan at flyta niður, er, at vit leggja alt tað í, sum vit megna, og eg havi vón um, at tað fer at eydnast bæði ímóti B68 og leygardagin á útivølli ímóti HB, og so fæst at síggja, hvat tað fer at bera við sær, sigur Klæmint A. Olsen.
Hjá NSÍ er miðvallarin Mathias Nielsen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti Víkingi.
NSÍ og B68 hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. B68 vann 2-0 í Runavík, og NSÍ vann 1-0 á Toftum.