? Landssjúkrahúsið fær alt ov lítið av peningi. Men tað ber ikki til hjá politikarum at finna røttu játtanina til sjúkrahúsið, tá leiðslan aldri kemur við nakrari ítøkiligari fíggjarætlan.
Heðin Mortensen er argur inn á áhaldandi óskilið á Landssjúkrahúsinum, sum hann heldur botnar í líkasælu frá leiðsluni.
Skeiv raðfesting
? Landssjúrkahúsið fekk játtanina, sum tað bað um, men kortini kemur leiðslan nú við ræðumyndum um uppsagnir vegna sparingar. Hetta hongur ikki rættuliga saman.
Heðin Mortensen metir, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki hevur megnað at raðfest játtanina innanhýsis. Hann vísir á, at talan er um ein spurning um at raðfesta rætt innanhýsis. Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal nevniliga raðfesta, hvussu nógvur peningur skal nýtast til íløgur, hvussu nógv skal nýtast til lønir og hvussu nógvur peningur skal nýtast til røkt av sjúkingum.
? Hesa uppgávuna hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki megnað, og tí má hon setast upp á pláss.
Sambandstingmaðurin leggur afturat, at eftir hansara tykki, skuldi tað bert verið leiðslan á Landssjúkrahúsinum, ið varð uppsøgd.
Eingin langtíðarfíggjarætlan
? Tað er púra vanligt fyri øll virki at leggja sær eina langtíðarfíggjarætlan. Sama er galdandi hjá Tórshavnar Býráð, har vit hava eina fíggjarætlan, ið røkkur seks ár framm í tíðina. Men Landssjúkrahúsið hevur onga langtíðarfíggjarætlan.
Hetta heldur Heðin Mortensen ikki ber til. Hann er sannførdur um, at legði leiðslan á Landssjúkrahúsinum eina langtíðarfíggjarætlan, har greitt varð frá íløgutørvi og so fram vegis fleri ár fram, so hevði eydnast at fingið Landssjúkrahúsið at virka betur.
Men Heðin Mortensen heldur, at nakað má gerast við málið nú. Tí vísir hann á, at tað er uppgávan hjá landsstýrinum at fáa viðurskiftini í rættlag.
? Ger landsstýrið einki við málið, má løgtingið koma upp í leikin, sigur Heðin Mortensen.
Pengar ikki alt
Heðin Mortensen sigur seg meta hini bæði sjúkrahúsini vera neyðug fyri trygdina í útjaðaranum. Serliga neyðugt heldur hann tað vera, at Suðuroyar Sjúkrahús virkar væl, tí oyggin liggur so langt burturi frá meginøkinum og Landssjúkrahúsinum.
Smáu sjúkrahúsini hava eisini tørv á peningi, og tað heldur Heðin Mortensen vera í lagi. Men hann sigur seg ikki, sum tingmann í miðstaðarøkinum, kunna góðtaka, at landssjúkrahúsið ikki virkar.
? Heilsuverkið má virka. Tí skulu vit eisini játta heilsuverkinum tann pening, tørvur er á, sigur Heðin Mortensen og vísir á, tá tað ræður um heilsuna á fólki, eru pengar ikki alt. Tá skulu neyðugu upphæddirnar játtast.
? Landssjúkrahúsið kann skjótt ikki kallast Landssjúkrahús longur, men kann heldur sammetast við eina niðurslitna barakk. Tí má okkurt gerast nú, og byrjast má við, at leiðslan á sjúkrahúsinum ger eina fíggjarætlan, har víst verður á tørvin.
Heðin Mortensen vísir á, at vandi er fyri, at skilið gerst verri, tá blokkurin verður tikin av. Blokkurin var nevniliga upprunaliga ætlaður til millum annað heilsumál, og tá hesin peningur verður burtur, er sambært Heðini Mortensen, vandi fyri, at sjúkrahúsverkið fer heilt í hundarnar.