dagsins ljós. - Tað er altíð hugnaligt at hitta viðskiftafólk undir øðrum og meira avslappandi umstøðum, og tað er eisini hugnaligt hjá keypmonum og øðrum, sum vitja á eini slíkari messu, at hittast til prát [...] heldur, at Vørumessan er eitt gott og kærkomið tiltak. - Tú kennir røddina á teimum í telefonini, men tað er ikki vist, tú nakrantíð hevur hitt tey. Á vørumessuni plaga tey, sum vanliga sita og taka te [...] við á eini slíkari stevnu. - Tað verður tí bert ein lítil partur av teimum vørum, vit selja, sum verða við á sjálvari messuni. Ejler sigur, at Poul Hansen í fyrsta lagi fer at leggja seg eftir jólahandlinum
2001 fer uttan iva at verða mint fyri árið, har føroyingar raktu við olju. Hetta skapar møguleikar, men eisini avbjóðingar, og nú mín vón er, at vit framhaldandi fara at bera okkum eins skilagott at, sum [...] viðkomandi fyri okkum og uttan mun til, hvat vit annars halda, so ávirkar alt hetta okkara gerandisdag. Yvirgangsatsóknir og kríggj er fruktin av tí ónda, og tí skal tað vera mín vón, at tikið verður um rótina [...] ósemjum á arbeiðsmarknaðinum og í politiskum høpi. Gloymda fólkaatkvøðan í mai var væl saktans endabresturin á upprunaligu fullveldisætlanini. 2001 fer at verða mint fyri at vera árið, har út við 400 mió
samstundis fari eg at royna at lata verða við at sláa meg sjálvan alt ov hart í høvdið um alt tað, eg ikki megni - og so bara at royna mítt besta. Eg kundi ynskt mær, at eg í 2022 dugdi betri at brúkt mína tíð [...] upplivingin, at tað eydnaðist at gera Everestingina og ganga teir 18 túrarnar niðan á Slættaratind nógv. - Allir fjallatúrarnir og onnur venjing og fyrireikingin uppundir eru ting, eg ongantíð fari at gloyma [...] hann, at tað fer ov nógv tíð við at bíða - bíða eftir ljósari tíðum, bíða til umstøðurnar eru rættar - ella bíða, til kjansurin vísir seg. - Tíðin gongur so forbanka skjótt, so tað er at fáa gjørt tað, sum
umframt at gott pláss er á nýggja og stóra plattinum. Hann sigur, at tørvur hevur verið á einum veruligum bátadrátti undir róðrarneystinum, og nú tey fóru í holt við hetta, vildu tey gjarna gera tað ordiligt [...] eru so góðar, verður tað eisini nógv lættari at fara væl um bátarnar, sum so aftur fara at krevja minni viðlíkahald, sigur formaðurin. Marni E. Joensen sigur, at tá tiltøk verða í Hósvík, sum eitt nú [...] regatta í heyst, fer bátadrátturin eisini at koma væl við hjá øðrum róðrarfólki. Nú sundalagsstevna verður um vikuskiftið, fer róðrarfelagið at hava hitapottar standandi við neystið, og tá verður høvi hjá
liðfelagar á landsliðnum, og nú verða tær eisini liðfelagar í NSÍ. Tað er ikki vorðið alment enn, men tað er greitt, at Ansy eisini fer at spæla við NSÍ, og harvið kann tað verða so skjótt, at liðið av álvara kann [...] Nú er tað nakað síðani, at tað varð alment, at NSÍ fer í 2020 at luttaka í bestu kvinnudeildini. Tað eru ikki hissini tíðindi í kvinnufótbólti, tí NSÍ hevur ikki verið við í kvinnukappingini í nógv ár [...] byrjaður at venja og fólk eru sera spent uppá komandi kappingarár. Nú er greitt at ein stórur profilur í føroyskum fótbólti fer at umboða NSÍ í 2020. Heidi Sevdal hevur valt at koma heim til Løkin at spæla
klokkan 10 til 18, og hetta merkir, at ein kann fara á kondibingo, tá ið tað passar einum. Plátur verða bert seldar í forsølu og verða síðani bornar út fríggjakvøldið, saman við rutuni og frágreiðing um, [...] fólk plaga at savnast til skrúðgongu, røðu, vaflur og kondibingo. Í ár verður tiltakið tó tillaga eftir umstøðunum. Jóhan Christiansen, borgarstjóri, flytur fram røðu frá einum flaka, ið fer at liggja tætt [...] áhoyrarar at koma í báti og at halda tilmældu frástøðuna. Eftir ætlan verður røðan eisini stroymd á Facebook síðuni hjá Leirvíks Páll Skótunum . Teir skótarnir, ið luttaka, møta í skótabúna. Gott er, um
besta fyri at fáa at gott úrslit ímóti Fraklandi, so vit hava eitt gott útgangsstøðið ímóti Hollandi og Italia.? Kl. 19.45 spæla Holland og Italia í Bern. Hollendski landsliðsvenjarin veit ikki at siga enn [...] fólk bólkin hjá Italia, Fraklandi, Hollandi og Rumenia. Talan er um 4 góðar, og tekniskt sterkar fótbóltstjóðir, og tora nógvir fótbóltsserfrøðingar ikki at taka dagar ímillum hvør kemur víðari úr bólkinum [...] Kl. 17 byrjar dysturin millum Frakland og Rumenia í Zurich. Rumenska álopsstjørnan, Adrian Mutu er tøkur, og hann kennir seg vísan í, at Rumenia kann fáa eitt gott úrslit ímóti Fraklandi, tí franska liðið
politikkarar og ikki fyri serfrøðingar. Vandin, at málið dregur so langt út í valskeiðið, at eingin torir at nema tað, er stórur, og tí hevði verið skilabest at fingið alt lógarstøðið til vega skjótast og so latið [...] súltakrukkur, har trupul mál, sum ein illa torir at nema við, verða goymd. Málið um nýggjan kommunubygnað og útlegging av málsøkjum er so tugt og tannlað, at tað ikki skuldi verið neyðugt við nakrari kommissión [...] heilt einfalt, at sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki verða nýggir almennir stovnar lagdir úti um landið, har tað kann gerast við fyrimuni. Víðari verður sagt, at samgongan fer undir ein kommunureform
upplagt stig á leiðini er at eggja til ítrótt og rørslu, tí tað er væl og virðiliga prógvað, at ítróttur og rørsla eru góð fyri heilsuna, fyri sálarheilsuna – og fyri børnini. At íðka og røra seg er bæði fy [...] vit ikki hava tað gott sálarliga. Ella um børn okkara ikki trívast, ikki mennast ella hava tað svárt sosialt. Tí ræður sjálvandi fyrst og fremst um at tryggja hesi trý – heilsu, sálarheilsu og børnini - eisini [...] við sær. Fyri at eggja børnum og ungum til at íðka – og geva øllum møguleika at luttaka á jøvnum føti - vil Javnaðarflokkurin stuðla hugskotinum um sonevnda »Frístundakortið«. Tað fungerar sum eitt gávukort
ymisk skip og tvey ymisk feløg, sum eru púra leys av hvørjum øðrum, sigur hann. Gott mót Reiðarin hevur gott mót um, at tað fer at bera til at fáa raksturin hjá Eystnesi at hanga saman. - Tað hevur gingið [...] kassalast eins og umborð á Tummasi Nygaard og Fugltúgvuni, har hvør kassi verður 90 litrar. Hann sigur, at arbeiðsdekkið skal eisini broytast, og pavnaskipanin skal broytast. - Tað verða fyrst og fremst Mekanik [...] legði beinleiðis at í Runavík, har Mekanik er farið í holt við at yvirhála høvuðsmotor og ljósmotorar. Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað um einar tveir mánaðir verður klárt at fara til fiskiskap