Landsstýriskvinnan við politisku ábyrgdini hevur klármælt váttað, at nú verður hetta mál loyst eftir leistinum í samgonguskjalinum. Sambært samgonguskjalið eru komandi kommunalu bygnaðarbroytingarnar ein liður í landsstýrisins økismenningarpolitikki. Har stendur heilt einfalt, at sum liður í miðvísum økismenningarpolitikki verða nýggir almennir stovnar lagdir úti um landið, har tað kann gerast við fyrimuni. Víðari verður sagt, at samgongan fer undir ein kommunureform vísandi til samtykta talið av kommunueindum, og at reformurin verður settur í verk 1. januar 2011. Sostatt er politiska avgerðin tikin og nýggi bygnaðurin skal vera komin uppá pláss í hesum valskeiði. Tann stóri og mest áhugaverdi spurningurin er innihaldið í nýggja kommunubygnaðinum. Hvørjar verða uppgávurnar og hvussu kemur nýggja uppgávubýtið at ávirka borgarar og vinnulív?
Svarið er rættiliga greitt í samgonguskjalinum. Innihaldið í einum komandi nýggjum kommunalum bygnaði fevnir um eina fíggjarliga útjavningarskipan, blokkstuðul og flyting av ábyrgdarøkjum frá landi til kommunur. Hóast tað valla fellur teimum ríku kommununum væl, so slepst neyvan undan eini hvørji útjavningarskipan, um henda stóra broyting skal eydnast. Uttan útjavning fáa vit A og B kommunur og harvið A og B borgarar. Hesum kann einki landsstýri liva við. Hartil verður talan um blokkstuðul, ið ivaleyst verður eitt framstig, sum eitt nú fer at rudda upp í tí frumskógi av studningum, sum nú er torført at umsita. ??
Sett verður kommissión, sum skal vera liðug á ólavsøku 2009. Hon skal fyrireika útjavning, blokkstuðulskipan og til at allýsa ábyrgdarøki, so sum eldraøkið, fólkaskúlan, vegakervið og aðrar uppgávur, sum kunnu flytast kommunum at umsita. Yvirskipaða fortreytin er, at broytingarnar í kommunubygnaðinum skulu geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág. So langt so gott. Hinvegin er alt hetta ein politiskur spurningur og eitt sera viðkvæmt politiskt mál og tí kann tað undra, at hetta nú verður lagt til eina kommissión. Kommissiónir virka vanliga her sum aðrastaðir sum politiskar súltakrukkur, har trupul mál, sum ein illa torir at nema við, verða goymd. Málið um nýggjan kommunubygnað og útlegging av málsøkjum er so tugt og tannlað, at tað ikki skuldi verið neyðugt við nakrari kommissión. Hetta er eitt politiskt mál, altso eitt mál fyri politikkarar og ikki fyri serfrøðingar. Vandin, at málið dregur so langt út í valskeiðið, at eingin torir at nema tað, er stórur, og tí hevði verið skilabest at fingið alt lógarstøðið til vega skjótast og so latið smálutirnar og teknikkin til serfrøðina eftirfylgjandi.
Sosialurin
?