Flaggdagsrøða verður hildin á flaka

KFUM-skótarnir í Leirvík eru kreativir, tá ið teir í morgin skipa fyri flaggdagshaldi. Nú fólk skulu halda frástøðu, verður røðan á einum flaka á Kráartanga og bátar kunnu koma og fylgja við

 

Síðani 1963 hava Leirvíks Páll skótarnir skipað fyri flaggdagshaldi í bygdini. Nógv fólk plaga at savnast til skrúðgongu, røðu, vaflur og kondibingo. Í ár verður tiltakið tó tillaga eftir umstøðunum.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri, flytur fram røðu frá einum flaka, ið fer at liggja tætt við Kráartanga í Leirvík. Røðan verður klokkan 14, men tíðspunktið verður møguliga broytt eftir veðrinum. Hetta verður lýst, um so er.

Aftaná røðuna verður flaggsangurin sungin saman.

Skótarnir heita á áhoyrarar at koma í báti og at halda tilmældu frástøðuna. Eftir ætlan verður røðan eisini stroymd á Facebook síðuni hjá Leirvíks Páll Skótunum.

Teir skótarnir, ið luttaka, møta í skótabúna.

Gott er, um bátaeigara hava ílat og varp í bátinum, so at motorurin kann sløkkjast, meðan røðan er.

Skótarnir hava vanliga skipað fyri kondibingu, og so verður aftur í ár, men øðrvísi enn vanligt, fyri at ikki samla ov nógv fólk í senn.

Tølini hanga uppi í bygdini leygardagin frá klokkan 10 til 18, og hetta merkir, at ein kann fara á kondibingo, tá ið tað passar einum. Plátur verða bert seldar í forsølu og verða síðani bornar út fríggjakvøldið, saman við rutuni og frágreiðing um, hvussu ein ger, um viðkomandi er so heppin at vinna. Vinningarnir verða bornir út sunnudagin.