Nú sundalagsstevna verður í Hósvík um vikuskiftið, kann formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag, Marni E. Joensen, fegnast um nýggja bátadrátturin, sum felagið hevur bygt, og sum ger umstøðurnar hjá róðrarfólki í Hósvík nógv betri.
- Nú vit hava fingið nýggja og stóra bátadráttin, eru viðurskiftini framúr. Pláss er fyri tveimum róðrarbátum á bátadráttinum í senn, umframt at gott pláss er á nýggja og stóra plattinum.
Hann sigur, at tørvur hevur verið á einum veruligum bátadrátti undir róðrarneystinum, og nú tey fóru í holt við hetta, vildu tey gjarna gera tað ordiligt.
- Nú umstøðurnar eru so góðar, verður tað eisini nógv lættari at fara væl um bátarnar, sum so aftur fara at krevja minni viðlíkahald, sigur formaðurin.
Marni E. Joensen sigur, at tá tiltøk verða í Hósvík, sum eitt nú regatta í heyst, fer bátadrátturin eisini at koma væl við hjá øðrum róðrarfólki.
Nú sundalagsstevna verður um vikuskiftið, fer róðrarfelagið at hava hitapottar standandi við neystið, og tá verður høvi hjá fólki, sum ætla sær í pottarnar, at brúka skiftirúm, brúsu og wc í neystinum.
- Róðrarneystið er ov lítið til dansitiltøk, men sum felag fara vit at hava onkrar sølur á stevnuni, sigur hann.
Á sundalagsstevnu í ár verður ikki róð undir Eysturoyarlandinum, sum gjørt hevur verið onnur ár, men undir Streymoyarlandinum.
- Vit hava góðar vónir um, at tað fer at ganga væl at avgreiða kappróðurin á sundalagsstevnu leygardagin, sigur formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag, Marni E. Joensen.











