Við nýggjársleitið

Úti í heimi hevur farna árið verið merkt av ófriði, ótryggleika og ótta, og tíverri ber ikki til at siga, at útlitini fyri komandi árið eru av teimum bestu.

 

Hetta er ein veruleiki, sum eisini er viðkomandi fyri okkum og uttan mun til, hvat vit annars halda, so ávirkar alt hetta okkara gerandisdag. Yvirgangsatsóknir og kríggj er fruktin av tí ónda, og tí skal tað vera mín vón, at tikið verður um rótina av tí, sum elvir til at menniskjað vísir seg frá sínari negativu síðu. Ongin ivi er tí um, at órættvísa býtið millum ríka og fátæka partin av heiminum og spenningur millum trúarsløgini er ein av høvuðsatvoldunum.

Her heima hevur nú skjótt farna árið aftur verið merkt av, at vit hava verið vælsignað við fiskiríkidømi og høgum fiskaprísum og harav skaptum bústaðartrupulleikum.

Hóast byrjandi tekin um trupulleikar í alivinnuni og í fiskivinnuni, so eru útlitini fyri vøkstur framvegis góð. 2001 fer uttan iva at verða mint fyri árið, har føroyingar raktu við olju. Hetta skapar møguleikar, men eisini avbjóðingar, og nú mín vón er, at vit framhaldandi fara at bera okkum eins skilagott at, sum vit higartil hava gjørt.

Annars hevur farna árið verið merkt av nógvum ósemjum á arbeiðsmarknaðinum og í politiskum høpi. Gloymda fólkaatkvøðan í mai var væl saktans endabresturin á upprunaligu fullveldisætlanini.

2001 fer at verða mint fyri at vera árið, har út við 400 mió. kr. vórðu skornar burtur av okkara inntøkum. Frá at hava glæsilig fíggjarlig útlit, skulu vit nú aftur liggja og togast um hall og niðurskurðir.

Eingin í samgonguni hevur enn hugsað um, hvørjar avleiðingar verða, um høvuðsvinnan verður fyri afturstigum, sum annars tíverri er ein søguligur veruleiki.

2002 verður valár. Tað í sjálvum sær letur upp fyri ávísari optimismu. Veljarin fer enn einaferð at hoyra um mongu politisku ætlanirnar, ymisku flokkarnir fara at borðreiða við, men við støði í føroyska veruleikanum verður hann neyvan tikin av fótum. Mín vón fyri 2002 skal vera, at vit fáa ein politiska meiriluta, sum fer at seta fólksins viðurskifti í fyrstu røð. Viðurskiftini, sum eru her rundan um okkum og sum hava týdning fyri okkara lív og trivna.

2002 verður eisini árið, tá Føroya Løgting kann hátíðarhalda 150 ár, síðan tað varð endurreist. Vónandi kunnu vit politikarar í okkara yrki geva okkara aldagamla løgtingi eina heiðurliga gávu við politiskum avrikum.

Vegna Javnaðarflokkin og meg sjálvan vil eg ynskja øllum føroyingum burturi sum heima eitt gott nýggjár við tøkk fyri farna árið.