Rigga Eystnes til í Runavík

Línubáturin, Eystnes, sum P/F Linefish á Strondum hevur keypt úr Noregi, verður nú riggaður til í Runavík. Skipið verður klárt at fara til fiskiskap um einar tveir mánaðir og fær loyvini hjá Tummasi Nygaard og Morning Star

Fiskivinna

Felagið, P/F Linefisk, sum hevur keypt línubátin, Husøy úr Molde í Noregi, gjørdi ikki nógv burtur úr, tá ið skipið fyrstu ferð kom til landið hósdagin í seinastu viku.
Skipið er heimahoyrandi á Strondum, men legði beinleiðis at í Runavík, har Mekanik er farið í holt við at yvirhála høvuðsmotor og ljósmotorar. Ymiskt skal gerast við skipið, áðrenn tað um einar tveir mánaðir verður klárt at fara til fiskiskap.

Mekanik og FJM

Reiðarin, Dánjal Jákup Vilhelm, sigur, at skipið í fyrsta lagi verður klassað.
- Hetta er eitt frystiskip, og tí skal lastin avriggast og byggjast til ísfiskalast. Hetta verður ein kassalast eins og umborð á Tummasi Nygaard og Fugltúgvuni, har hvør kassi verður 90 litrar.
Hann sigur, at arbeiðsdekkið skal eisini broytast, og pavnaskipanin skal broytast.
- Tað verða fyrst og fremst Mekanik og FJM, sum koma at taka sær av tí, sum gerast skal við skipið.
Dánjal Jákup sigur, at Eystnes kemur í flotan fyri Tummas Nygaard og Morning Star, sum er søktur.
- Tummas Nygaard verður í vinnu, til Eystnes er klárur. Síðan verður hann lagdur og væntandi seldur.
Reiðarin sigur, at áhugi er fyri Tummasi Nygaard, sum er bygdur á Vestmanna Skipasmiðju í 1972.

Størri skip

Eystnes er eitt størri skip enn Tummas Nygaard. Hann er nevniliga sjey metrar longri.
Skrokkurin á skipinum, sum P/F Linefish hevur keypt, er bygdur í 1975, men skipið fekk nýggja apetering í 1997 og nýggjan høvuðsmotor, skrúvu og drívaksil í 1998.
Dánjal Jákup metir, at hetta verður eitt gott skip við góðum manningarumstøðum, tá ið klárt er at fara til fiskiskap. Øll kømrini umborð eru tvey-manskømur.
Við Eystnesi verða 14 mans, og skipari verður Jákup Eli Ejdesgaard av Eiði, sum annars er skipari á Tummasi Nygaard. Avloysarin hjá honum er Jón Matras, sum er gjáarmaður, ið býr á Eiði. Hann er skipari við Tummasi Nygaard hendan túrin, teir nú eru úti.
Dánjal Jákup Vilhelm, er eisini reiðari á Fugltúgvuni, sum P/F Torvanes eigur.
- Hetta eru tvey ymisk skip og tvey ymisk feløg, sum eru púra leys av hvørjum øðrum, sigur hann.

Gott mót

Reiðarin hevur gott mót um, at tað fer at bera til at fáa raksturin hjá Eystnesi at hanga saman.
- Tað hevur gingið væl hjá línubátunum seinastu árini, og árið í fjør var eisini eitt gott ár. Árið í ár er slakari, men brúkiligt kortini, sigur hann.
Dánjal Jákup Vilhelm sigur, at lítil toskur er at fáa í løtuni, men hýsan er við at taka seg upp, sum hann tekur til.
- Sum er, er tó ein ov stórur partur av veiðini brosma og longa, og hesi fiskasløgini hava ikki so góðan prís, leggur hann aftrat.