Í Ottawa, Kanada, hava tey seinnu árini havt eina royndarskipan, har heimleysir alkoholikarar hava fingið tillutað ávísa nøgd av ókeypis rúsdrekka hvønn dag. Heldur óvanliga verkætlanin byrjaði í 2002 [...] Posten, at úrslitið sum heild hevur verið gott. Danska blaðið vísir til tíðarritið, Canadian Medical Association. Har verður sagt, at síðani royndarskipanin varð sett í verk, er kriminaliteturin millum tey [...] kunnu fáa upp til 15 gløs av víni ella sherry um dagin. Tó soleiðiðs, at talan í mesta lagi er um eitt glas hvønn tíma í tíðarbilinum frá 7 á morgni til 22 á kvøldi.
Leygarmorgunin - tað er í morgin - bjóðar Vágs kommuna til almennan og ókeypis morgunmat í skúlahøllini í Vágs skúla, og morgunmatarborðið verður frá klokkan 9.30 til middags. Almenni morgunmaturin er [...] er samstundis seinasta tiltak í 110 ára vikuni hjá Vágs kommunu, sum byrjaði mánadagin. Í Vágs kommunu siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin at fáa sær ein góðan morgunmatarbita. Slík felags tiltøk, sum [...] verða fyriskipað kring landið, plaga at vera hugnalig, og tey savna vanliga nógv fólk. Hetta er eitt gott høvi hjá fólki at hittast til prát og hugna, gaman og álvara.
samlaða gjaldið ikki fer upp um 3.500 krónur. Borgarstjórin í Vágs kommunu, Bjarni Johansen, sigur, at hetta er eitt gott átak fyri børnini í kommununi. Við matarskipanini tryggja okur ikki bara, at øll [...] Frá apríl til desember 2024 var ein royndarskipan við mati í Barnagarðinum Eikilund og Sóljuni roynd, og úrslitið var sera væleydnað. Børn, starvsfólk og foreldur vóru sera nøgd við heilsugóða og fjølbroytta [...] bjóðaður dagliga. Av tí sama hevur býráðið avgjørt at gera skipanina til ein fastan part av barnaansingini í Vágs Kommunu. Foreldur gjalda ikki eyka fyri matin, sum er ókeypis. Ansingargjaldið er framvegis 1.800
Andreasen, sum er ein av fyriskiparunum. Talan er um tiltakið Bryggjulaksur, har hugni og góður matur er í fokus. Eitt tiltak, har tú kann uppliva nakað nýtt og spennandi saman við vinum og familju. – Tiltakið [...] við laksi, sigur Bogi. Laksurin flytir inn Tað eru nakrir garvaðir harrar, sum skipa fyri tiltakinum. Í fleiri ár hava Kári Sørensen og Bogi skipað fyri vælumtókta tiltakinum Grynnan, har fólk kunnu royna [...] er eisini rættiliga innviklað sambært Boga. – Hugskotið til Bryggjulaksin kom, meðan eg gekk niðri í Vágsbotni ein summardag. Eg minnist, at eg hugsaði: Hví gera tað innviklað, tá mann kann gera tað einfalt
Landslæknin skrivar í morgun, at í Føroyum hava vit ikki sæð nakra øking enn, men væntandi fara vit at síggja sama mynstrið í Føroyum. Kikhosti kann verða ein álvarsom og lívshóttandi sjúka hjá pinkubørnum [...] tilmælt, at barnakonur verða koppsettar í 3. trimestri, frá 28. viðgonguviku. Nær í viðgongutíðini eigi eg at koppsetast? Tú kann verða koppsett hjá tínum egna kommunulækna í sambandi við tær vanligu barnsbu [...] royndir við at koppseta barnakonur móti kikhosta, bæði í Føroyum, Danmark og í útlondum. Eru nøkur hjáárin av koppsetingini? Tey mest vanligu hjáárinini í samband við koppseting móti kikhosta eru mild og vara
er eitt einstandandi umhvørvi kring søguligu kirkjuna í vøkru og sermerktu bygdini. Tiltakið Bach í kertuljósi hevur í nøkur ár verið fyriskipað í Kirkjubø um jóltíðir. Hetta tiltak hevur verið sera væl [...] Í kvøld, mikukvøldið 14. mai klokkan 19, verður ókeypis konsert í gomlu kirkjuni í Kirkjubø. Hetta verður ein løtt várkonsert við klassiskum tónleiki á høgum støði, og øll eru hjartaliga vælkomin. Gamla [...] Festirsteini sum fer at spæla í kvøld. Eitt, sum verður serstakt á kvøldinum í Kirkjubø, er, at Frans, pávi, sum herfyri legði árarnar inn, verður mintur. - Veðrið er gott, og eftir konsertina er ætlanin
Í kvøld klokkan 20, verður ókeypis jólakafé og konsert hjá TenSing kórinum, SoGT, í KFUM í Havn. Við hesa konsertin verður høvið at hugna sær, chilla, tosa, lurta og fáa sær okkurt gott niðurum. - Eitt [...] rís a la mande, kakao, te og øðrum. (Tað eru tey ungu í Tensing-kórinum í KFUM sum skipa fyri, har ein samstundis kann stuðla einum gentuheimi í Rumenia) [...] verður at stuðla einum gentuheimi í Rumenia. Hetta heimið er fyri gentur millum 13 og 18 ár, sum hava verið út fyri menniskjahandli og skøkjulevnaði, verður sagt úr KFUM í Havn. Hetta verður eitt hugnaligt
og gott og 10 Mbit internetsamband er sum at koma í himmiríki. Tað vil fyri føroyingar og grønlendingar kennast sum at býta tí 3-hjulaðu súkkluna um við ein Ferrari. Eisini hevur samstarvsfelagin í Helsinki [...] fólk, eisini við okkara internetsambandið í Føroyum, møguleika at luttaka beinleiðis í kjakinum og kunnu biðja redaktiónina um at seta politikarum og embætisfólki í Helsinki sínar spurningar - og tað er alt [...] Blaasvær, ið hevur roynt eina slíka web-redaktión áður í Reykjavik fyri 2 árum síðani, ið eyðnaðist stak væl. Eftir at stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, Riitaa Heinemaa, hevur kunnað Norden i Fokus
uppflytari hevur AB í ár verið eitt frískligt íkast til Vodafone-deildina. Argjamenn, sum fyri tveimum árum síðani ongan tíð veruliga fótaðu sær í táverandi Formula-deildini, hava í ár veruliga prógvað [...] málini í opnum spæli hetta kappingarárið. Men tað er kanska ikki tann stóri vandin, tá tú hevur ein spælara sum Rasmus Nolsøe á liðnum. Gjøgnum fyrra hálvleik var hann støðugt tann, sum gekk á odda í hóttanunum [...] bólturin sentimetrar framvið málinum, og stutt undan steðginum small fríspark í stólparótina, áðrenn bólturin rullaði fram við málinum. Í aðrar mátar var ikki tað heilt stóra at skriva heim um úr Gundadali. Hóast
Danmark at hjálpa til við hesum kanningum, og vóru tær eisini gjørdar á bilverkstøðum í Klaksvík, í Runavík, á Tvøroyri og í Miðvági. Hesar kanningar vóru væl móttiknar og nógv fólk komu at fáa dekkini kannaði [...] lýsir við ókeypis dekk kanningum er ikki nakað nýtt. Í 1977 og 78 høvdu teir eisini ókeypis dekk kanningar. Tað var tá Super Dekk Service helt til í Jekaragøtu, har sum Fragd & Fimi er nú. Fakfólk komu [...] hjólini kannað, tí um lufttrýstið í dekkunum er ov lágt ella ov høgt, halda dekkini ikki tað tey eru gjørd til at klára. Eitt dekk, sum koyrir leingi við alt ov lítlari luft, er í stórum vanda fyri at bresta