Í kvøld klokkan 20, verður ókeypis jólakafé og konsert hjá TenSing kórinum, SoGT, í KFUM í Havn.
Við hesa konsertin verður høvið at hugna sær, chilla, tosa, lurta og fáa sær okkurt gott niðurum.
- Eitt serligt høvi verður at stuðla einum gentuheimi í Rumenia. Hetta heimið er fyri gentur millum 13 og 18 ár, sum hava verið út fyri menniskjahandli og skøkjulevnaði, verður sagt úr KFUM í Havn.
Hetta verður eitt hugnaligt kvøld við ókeypis vaflum, rís a la mande, kakao, te og øðrum.
(Tað eru tey ungu í Tensing-kórinum í KFUM sum skipa fyri, har ein samstundis kann stuðla einum gentuheimi í Rumenia)