Ókeypis dekk kanningar á Super Dekk

Í Danmark var í sjeytiárunum vanligt við ókeypis dekk kanningum, »Dæk under lup«, sum tær kallaðust, har fólk komu við bilinum og fingu kannað dekktrýst, mynsturdýpd,og um sporingin var í lagi.

Magnsus Gunnarsson



Kanningarnar

væl móttiknar

At Super Dekk nú aftur lýsir við ókeypis dekk kanningum er ikki nakað nýtt. Í 1977 og 78 høvdu teir eisini ókeypis dekk kanningar. Tað var tá Super Dekk Service helt til í Jekaragøtu, har sum Fragd & Fimi er nú. Fakfólk komu úr Danmark at hjálpa til við hesum kanningum, og vóru tær eisini gjørdar á bilverkstøðum í Klaksvík, í Runavík, á Tvøroyri og í Miðvági. Hesar kanningar vóru væl móttiknar og nógv fólk komu at fáa dekkini kannaði.


Kanna dekkini áðrenn løgreglan ger tað

Nú eru teir á Super Dekk aftur farnir undir eitt líknandi átak. Tað sum er eftir av hesi vikuni og alla næstu viku verða ókeypis dekk kanningar á Super Dekk, undir lýsingartiltakinum »Latið okkum kanna dekkini, áðrenn løgreglan ger tað«.

Tey, sum koma við bilinum til hesar kanningar, fáa at vita, hvat lufttrýstið er í dekkunum, og hvussu nógv dekkini eru slitin. Lógin sigur, at tað skal vera minst 1.6 mm eftir av dekkmynstrinum. Kannað verður, um dekkini eru skeivt slitin, og kundin fær holla ráðgeving og eitt gott óbindandi tilboð uppá tað sum skal gerast við bilin, sigur Fríðrik Bláhamar frá Super Dekk.


Lutakast um fýra Goodyear dekk

Ókeypis dekk kanningarnar enda leygardagin 27. mai við einum tiltaki á Super Dekk, har møguleiki verður fyri at lyfta einum stórum dekki, sum vigar umleið 300 kg.

Dekkið liggur niðri, og tann sum fær tað upp at standa, er við í einum lutakasti um at vinna fýra Goodyear persónbiladekk. Hetta er roynt fyrr á onkrari sølustevnu, har t.d. Regin Vágadal var við.

Tað hevur stóran týdning at fáa hjólini kannað, tí um lufttrýstið í dekkunum er ov lágt ella ov høgt, halda dekkini ikki tað tey eru gjørd til at klára. Eitt dekk, sum koyrir leingi við alt ov lítlari luft, er í stórum vanda fyri at bresta, tí tað verður ovurupphitað. Fyri tey sum ætla sær uttanlands at koyra, er gott at sleppa undan slíkum óneyðugum trupulleikum á túrinum.