Hetta tilboð hava ung í miðnámsskúlunum kring øll norðurlond fingið og 23 eru útvald at luttaka í norðurlendsku verkætlanini: NiF / Nordisk demokrati i fokus 2002.
Komandi vikuna kemur Norðurlandaráðið saman fyri 50. ferð. Hetta verður heiðrað við nógvum ymsum tiltøkum. Evnið fyri jubileumsárið hjá Norðurlandaráðnum er demokrati. Og hetta evni er eisini arbeiðssetningurin hjá norðurlendsku ungdóms web-redaktiónini, ið verður sett upp í Helsinki komandi mánadag 28. oktober 2002.
Ung gera tíðindi til Ung á internetinum
Av teimum 23 ungu í ferðalagnum, eru 8 vald út at mynda eina serliga web-redaktión, sum skal bera tíðindi til ung, sum video-innsløg, beinleiðis úr Helsinki á internetinum.
Tað krevur nógv av teimum ungu at fáa tey "at spinna gull úr gamlari ull" og tað munnu ivaleyst fleiri av teimum ungu halda, um norðurlendska politiska arbeiði. Tað sýnist sum, at ung ikki vilja kennast við tað norðurlendska arbeiðið og demokrati. Ung eru ikki politisk aktiv ídag, sigur onkur. Men tað nýtast tey heldur ikki í hesum redaktionella arbeiðnum. Tey ungu skulu vera sín egin redak-tión, velja vinklar og evnir út úr mongdini av møguligum evnum, ið Norðurlanda Ráðið hevur at bjóða. Og so kunnu nýtarnir av heimasíðuni og kjaksíðuni sjálvi gera sær sína politisku fatan.
Speedarin í botn, World Wide í einum Ferrari
Mánadagin fer redaktiónin til verka og tá verða at síggja á heimasíðuni:
www.odin.dk/demokrati/video-upptøkur við og av ungum tíðindafólkunum heilt úr Grønlandi til Finlands, Ålandi til Føroya, Danmark og Noregi, Ís-landi og Svøríki.
Væntandi verða 30 video-innsløg at síggja á internetinum, tá redaktiónin endar mikukvøldið í komandi viku ? og vónandi verða fleiri skrivaðar greinar við. Málið verður skandinaviskt og enskt.
Fyri fólk, ið vanliga arbeiða ella fáast við internetið, er tað at koma til Finlands eitt "Internet - Mekka". Internetsambandið har er so vælsignað og gott og 10 Mbit internetsamband er sum at koma í himmiríki.
Tað vil fyri føroyingar og grønlendingar kennast sum at býta tí 3-hjulaðu súkkluna um við ein Ferrari. Eisini hevur samstarvsfelagin í Helsinki, ið húsar redaktiónini, "Kompassi", givið redaktiónini eina interaktiva feed-back heimasíðu. Tá hava fólk, eisini við okkara internetsambandið í Føroyum, møguleika at luttaka beinleiðis í kjakinum og kunnu biðja redaktiónina um at seta politikarum og embætisfólki í Helsinki sínar spurningar - og tað er alt sera demokratiskt.
Projektleiðari á ungdóms web-redaktiónini er Laufey H. Blaasvær, ið hevur roynt eina slíka web-redaktión áður í Reykjavik fyri 2 árum síðani, ið eyðnaðist stak væl. Eftir at stjórin í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, Riitaa Heinemaa, hevur kunnað Norden i Fokus um henda møguleika at lata ung samskifta við ung á ein nútíðar og ungdómligan máta, hava "NIF" skrivstovurnar valt at seta eina web-redaktión upp, eina ferð enn. Úr Føroyum er tað 18 ára gamli Heiðrik á Heygum, ið luttekur í verkætlanini og web-redaktiónini.
Skráin hjá teimum ungu, í NIF-verkætlanini, er eisini í Helsinki, sum er 3. og síðsti staðurin vitja verður á námsferðini, sera fjølbroytt og víttfevnandi. Tey ungu fara m.a. at vitja finska tíðarritið "Helsingin Sanomat" og práta við finsk blaðfólk. Tey fara at møta ungdómspolitikarum frá UNR, "Ungdomens Nordiska Rådet". Vitja finsku ungdómsorganisatiónina "Allians" og gamla studentarhúsið, við tí norðurlendska torginum. Tey skulu sjálvandi eisini luttaka í Sessiónini 2002, har Norðurlandaráðið hittist fyri 50. ferð. Og undirhald verður á skránni við norðurlendsku ungdómskonsertini, "Hiphop Norden". At enda skula tey eisini hitta sjtóran á Nifin, Ole Norrback, sum fer at røða um, "Nordbornas rättigheter".
Vit vóna at skúlar, ung og hvør tann, ið sýnir áhuga fyri okkara felags norðurlendsku grannum, fara at nýta høvi at vitja heimasíðuna www.odin.dk/demokrati/, og luttaka í norðurlendska kjakinum um demokrati, umhvørvi og samleika.










