Leygarmorgunin - tað er í morgin - bjóðar Vágs kommuna til almennan og ókeypis morgunmat í skúlahøllini í Vágs skúla, og morgunmatarborðið verður frá klokkan 9.30 til middags.
Almenni morgunmaturin er samstundis seinasta tiltak í 110 ára vikuni hjá Vágs kommunu, sum byrjaði mánadagin. Í Vágs kommunu siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin at fáa sær ein góðan morgunmatarbita.
Slík felags tiltøk, sum javnan verða fyriskipað kring landið, plaga at vera hugnalig, og tey savna vanliga nógv fólk. Hetta er eitt gott høvi hjá fólki at hittast til prát og hugna, gaman og álvara.









