Í Ottawa, Kanada, hava tey seinnu árini havt eina royndarskipan, har heimleysir alkoholikarar hava fingið tillutað ávísa nøgd av ókeypis rúsdrekka hvønn dag.
Heldur óvanliga verkætlanin byrjaði í 2002, og nú um dagarnar skrivar Jyllands Posten, at úrslitið sum heild hevur verið gott.
Danska blaðið vísir til tíðarritið, Canadian Medical Association. Har verður sagt, at síðani royndarskipanin varð sett í verk, er kriminaliteturin millum tey heimleysu minkaður munandi. Fyrstu 16 mánaðirnar var fallið í kriminalitetinum millum royndarpersónarnar soleiðis 51%. Hartil var talið á sjúkrahúsvitjanum hjá somu persónum minkað við 36%, og tí varð avgerð tikin um at halda fram við hesum.
Skipanin er sett soleiðis saman, at heimleys við varandi alkoholtrupulleikum kunnu fáa upp til 15 gløs av víni ella sherry um dagin. Tó soleiðiðs, at talan í mesta lagi er um eitt glas hvønn tíma í tíðarbilinum frá 7 á morgni til 22 á kvøldi.