Ókeypis laksur til øll

20. mai verður stórt laksatiltak á Bryggjubakka í Havn, har 10 kokkar bjóða 10 ymiskar laksarættir, sum tú kann royna heilt ókeypis.

 

– Vit vilja vísa føroyingum, hvussu ymiskt laksur kann smakka. Og vit vóna eisini, at føroyingar fáa eyguni upp fyri, hvussu lætt tað er at gera ein góðan laksarætt, sigur Bogi Andreasen, sum er ein av fyriskiparunum.

 

Talan er um tiltakið Bryggjulaksur, har hugni og góður matur er í fokus. Eitt tiltak, har tú kann uppliva nakað nýtt og spennandi saman við vinum og familju.

 

– Tiltakið skal vera hugnaligt, og á Bryggjubakka fært tú bæði sjarmu og hugna. Økið liggur eisini út til havið, so tað er perfekt. Og tá tú fert frá tiltakinum, skalt tú merkja, at tú hevur fingið nakað burturúr. Bæði tað, at tú fingið góðan mat, men eisini tað, at tú sært, hvussu ymiskar rættir, tú kann gera við laksi, sigur Bogi.

 

Laksurin flytir inn

Tað eru nakrir garvaðir harrar, sum skipa fyri tiltakinum. Í fleiri ár hava Kári Sørensen og Bogi skipað fyri vælumtókta tiltakinum Grynnan, har fólk kunnu royna øll sløg av fiski. Eitt tiltak, sum hevur fleiri túsund gestir hvørt ár, men Grynnan er eisini rættiliga innviklað sambært Boga.

 

– Hugskotið til Bryggjulaksin kom, meðan eg gekk niðri í Vágsbotni ein summardag. Eg minnist, at eg hugsaði: Hví gera tað innviklað, tá mann kann gera tað einfalt? Hvat við at vit fokusera upp á eitt fiskaslag, heldur enn 100. Og hvør fiskur er meir upplagdur enn laksurin, sum eisini er fremsta vinnan í Føroyum?  Hvat við, at vit fáa professionellar kokkar inn og gera laks upp á 10 ymiskar mátar, sum øll kunnu royna ókeypis?, sigur Bogi.

 

Bogi ringdi so til Kára og luftaði hugskotið. Kári og toymið handan Grynnuna vóru beinavegin við upp á tað. Teir ringdu til Hiddenfjord og MOWI, sum skjótt blivu samdir um, at hetta var eitt gott hugskot.

 

Nú var laksurin komin upp á pláss. Og ein løtu seinni høvdu teir fingið 10 kokkar at standa fyri 10 ymiskum rættum.

 

Tað steðgar ikki har, tí nú hava teir eisini fingið fólk at roykja laks og vísa, hvussu tú hagreiðir laks.

 

So vilt tú sleppa undan at hugsa um matgerð og uppvask, so er tað kanska eitt hugskot at forkela smaksleykirnir við vælsmakkandi laksi 20. mai á Bryggjubakka.