mistaka seg. Og hvat er so virðið í vitanini? Tí er sannleikin tann, at meginpartin av lívi okkara liva vit í trúgv, í áliti á persónar og viðurskifti, sum vit møta í lívi okkara, og sum er ein týdningarmikil [...] so fundamentalur, so avgerandi, at í somu løtu trúgvin gerst vitan, heldur hon uppat at vera trúgv, og í somu løtu vitan gerst trúgv, heldur hon uppat at vera vitan. Í Hebrearabrævinum verður trúgv lýst [...] lagnu til í áliti á henda boðskap. Men hann eigur ikki aðra trygd enn hana, sum liggur í boðskapinum sjálvum. Hann kann hava álit á tí, ið har verður sagt honum, hann kann trúgva tí ella vraka tað í vantrúgv
komandi summar fer at taka lut í Europa Cup fyri steypavinnarar, tí HB sum bæði meistari og steypavinnari fer at spæla í meistarakappingini, og B36 fer at spæla í UEFA Cup. Í botninum styrktu fuglfirðingar [...] spæla fyri, og í so máta knn tað vera ein fyrimunur fyri TB, at teir skulu spæla á útivølli á Toftum og í Runavík, áðrenn teir í síðsta umfarinum fáa vitjan av GÍ. Steðgurin hjá sandoyingum í 2. deild gjørdist [...] bygdamonnum at fara til Havnar. Í Klaksvík, Gøtu og í Runavík hava teir kanska møguleika at fylgja við í pengunum, men teir hava ikki somu møguleikarnar at fylgja við í øðrum ágóðum, og tað er altso bara
hevur ætlanir um eina stóra heimsturne í komandi ári, men fyrst skal hon á eina sokallaða klubb-turne í USA. Á hesi konsertferð fer Alanis Morissette bert at spæla í náttklubbum og líknandi. Aqua er ovast [...] flogið umleið 200 bretsk fjølmiðlafólk á konsert í Danmark. Aqua fer nú í upptøkuhølini, har tey skulu innspæla eina nýggja fløgu, sum kemur á marknaðin einaferð í vár. Nýggj live-fløga á veg frá Rolling Stones [...] herfyri fagnað við eini rimmarkonsert í Tivoli. Umleið 80.000 fólk vóru til konsertina, har atgongumerkini einans kostaðu 39 krónur. Plátufelagið hjá Aqua, Universal, hevði í hesum sambandi leigað eitt flogfar
odda, vann í fleiri statum (Mexico er deilt upp í 31 statir) og eisini tann týdningarmikla borgarstjórasessin í Mexico City. Ørkymlandi tíðindi blivu við at ganga og kundu ikki manast niður í jørðina aftur [...] aftur, sjálvandi í Chiapas, har friðarsamráðingar stóðu í stað, í Guerrero høvdu nýggir gerilja bólkar stungið seg upp í teimum stóru býunum, sum líðaundir teimum stóru kriminellu aldunum, sum myndugleikarnir [...] sum eisini ger um seg í hesum døgum, er nógv blóðugari og nógv meira ørkymlandi. Í juni vóru tveir nýggir tilburðir í Guerrero og Chiapas og hava teir víst, hvussu ótrygg støðan er í hesum statum og hvussu
annars býr í okkum, eitt felags minni hjá allari tjóðini í nærum eina hálva øld. Birgir Kruse hevur í øllum sínum sendingum havt henda dýrgripin í kjallaranum í huga, av og á leitað niður í hann eftir [...] kortini ikki varð send fyrr árið eftir. Tá ið hann var um at verða liðugur í studentaskúlanum í Hoydølum í 1979 fekk hann fast starv í útvarpinum, eftir sáttmálanum skuldi hann taka sær av øllum tónleikasavninum [...] syrgir fyri, at alt hetta er í lagi, sigur Birgir Kruse. Nærum nóg gott - Síðst í sjeytiárunum var ein greinarøð í Sosialinum um føroysku pressuna, har einstakir persónar í samfelagnum úttalaðu seg um allar
forsíðugreinina í Dimmalætting í gjár undir yvirskriftini "Fara til Lamba at spreingja". Í greinini verður sagt frá, at í sambandi við spreingingar av ymiskum evnum, sum Marinustøðin hevur staðið fyri í grótbrotinum [...] umhugsað at fara í grótbrotið á Lambareiði at gera hesar spreingingarnar, tí tá eru teir langt frá bygdum øki og eingin verður tí nervaður, verður sagt í greinini. Býráðsformaðurin í Runavíkar kommunu [...] á Lambareiði, sum er næsti granni til Lamba bygd, liggur í Runavíkar kommunu, og tað er tí Runavíkar býráð sum ger av, hvat kann fara fram í grótbrotinum. Og Runavíkar býráð hevur onga umsókn fingið um
hjá Bahá?í-unum í Iran fór at batna«, segði eitt umboð hjá Bahá?í-unum í Havn. »Satt at siga, so er støðan einki batnað hjá teimum 300.000 Bahá?í-unum, tí størsta ikki-muslimska minnilutanum í Iran. Heldur [...] iransku myndugleikarnir í einari nýggjari jagstranaraldu hava handtikið meira enn 30 Bahá?í-arar afturat. Handtøkurnar kyknaðu upp í farnu vikur, tá ið lopið varð á Bahá?í ognir í 14 býum um alt Iran. L [...] ótti á tí føroyska Bahá?í-samfelagnum, og limir tess fara at biðja tygum minnast hesar hjálparleysu Bahá?í-arar í bøn og tankum tygara, stendur í tíðindaskrivi frá føroyska Bahá?í samfelagnum.
tíð at seta teg betur inn í hesi evni, ber til at melda teg til hjá einum av lærarunum ella hjá Heimamissiónini í Nesvík. Byrjað verður í kommunuskúlanum í Havn 19. oktober og í skúlanum Runavík 20. oktober [...] Undirvíst verður í tveimum evnum henda veturin. Evnini eru bíbliukunnleiki og Ísrael. Í bíbliukunnleika verður undirvíst í 17 kvøld og er ætlanin at hava eina innføring í, hvussu Bíblian er sett saman [...] dagur, at ikki fjølmiðlarnir bera tíðindi hagani. Undirvíst verður í 7 kvøld um landið og fólkið, og tað verður Kristian Martin Petersen, sum fer at undirvísa bæði í Havn og í Runavík. Um tú hevur hug og tíð
Blaðleiðslurnar hildu, at nú Postverkið og bløðini høvdu arbeitt saman í meira enn 120 ár, hevði verið rímuligt, at bløðini vórðu tikin við í málsviðgerðina. HÓAST hesa ónøgd, so skilja vit eisini Postverkið [...] Føroya eru komin ásamt um at strika postútberingina leygardagar frá 1. apríl 1999 at rokna. HESI tíðindi komu sera óvart á leiðslurnar á Dimmalætting og Sosialinum, sum týsdagin vórðu bodnar til kunnandi [...] Postverkið, tí boðini til nýggju leiðsluna er, at raksturin skal hvíla í sær sjálvum. Útberingin av bløðunum er eftir øllum at døma kostnaðarmikið fyri postverkið, og serstakliga tá talan er um leygardagar, har
hevur verið við í forkanningararbeiðinum á føroyskum øki nú í fleiri ár. Herfyri gjørdu Phillips og franska oljufelagið ELF samstarvsavtalu við tí endamáli at minka um útreiðslurnar og vágan í hesum enn ókenda [...] virkseminum og tess áhuga fyri Føroyum í olju- og gasshøpi. Dong er við í einum oljusamtaki saman við Amerada Hess, Norsk Hydro og Lasmo. Fyritøkan er eisini við í oljuleiting við Grønland. Eitt av evnunum [...] oljufeløgini í AMG-bólkinum, Statoil, Mobil og Enterprice vóru í Føroyum fyri at kunna oljumyndugleikarnar um, hvussu langt teir eru komnir við arbeiðinum. John Ingerhaug, kanningarleiðari hjá Statoil í Føroyaøkinum