málið. Minnist, at vinmenn og eg royndu at skora líknandi mál, tá vit fóru niðan í Gundadal við bóltinum undir arminum. Hvussu fert tú at fylgja við HM? Fyri fýra árum síðan sá eg so nógvar dystir, at eg næstan [...] Eg haldi, at nógv eru farin at taka hann fyri givið, og tí næstan gloyma hann. Men eg kann væl ímynda mær, at Lionel Messi fer at gera nógv um seg í hesi kappingini, og eg haldi eisini, at Argentina kann [...] kann koma langt, um teir fáa tað at rigga sum lið. Hvør spælari og hvat fyri land væntar tú floppar? Eg dugi ikki at siga, hvør spælari fer at floppa. Summi halda, at Ronaldo er útbrendur, men tað er hann
men hon varð ikki framførd fyrr enn í 2000. Eitt er at skriva eina yrking ella at gera eitt lag. Men hvussu ber man seg at við at skriva eina symfoni? At arbeiða við yvir 80 ymiskum ljóðførum umframt solistum [...] er ikki altíð, at tað gongur eftir ætlan. Onkuntíð kemur tað fyri, at tað, sum hann hevur skrivað, má blakast burtur. - Tú mást tora at spyrja teg sjálvan, um tað, tú hevur gjørt er satt, um tað er rætt [...] sigur Sunleif Rasmussen, at týdningarmiklari enn hvat ummælarar halda, eru tær afturmeldingar, hann fær frá vanligum lurtarum. - At fólk hoyra og lurta eftir mínum tónleiki, at tey verða rørd og finna okkurt
um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum. Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini [...] og Bø at undirvísa, eina viku í hvørjum staði. - Pápi Jeffri var úr Gásadali, og mamman var úr Sørvági. Tá eg minnist, búðu stívliga 60 fólk í bygdini, sigur Karl, sum blaðungur fór til Grønlands at rógva [...] Mikkelsen so heppin, at hann nú eigur eitt abbabarn í bygdini. Ein onnur familja við børnum býr eisini í Gásadali. ##med2## Karl væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út. Nú eru nøkur
veruliga prógvað at tað var ein heppin avgerð at tað varð bygt í Havn. Arbeitt hevur allatíðina verið fyri at geva føroyingum innlit í norðurlendska mentan, og at virka soleiðis fyri, at føroysk mentan eisini [...] Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa fram svenska mentan í Føroyum. Og øvugt! - Eitt stórt arbeiði hevur verið gjørt, til tess at fáa allar føroyingar at kenna Norðurlandahúsið [...] Norðurlandahúsið hevur havt, og kemur at hava í framtíðini fyri føroyingar. -Eg haldi, at Norðurlandahúsið hevur virkað væl síðani tað kom. -Og í dag kann ein siga, at Norðurlandahúsið ikki einans er ein
Hodgson beint við Sparikassan, og fingu heilsað uppá hann. Hann var blíður og týður og eg minnist hann endaði við at siga: "See you" Sum tónleikari havi eg framført á SF við Frændum - Eyðun og Terja Band - Eyðun [...] sambandi 15 fólk um teirra bestu SF upplivisi. Her er tað Eyðun Nolsøe, sum svarar. Eg eri so heppin, at eg havi fingið teir flestu Summarfestivalarnar við hesi 15 árini. Bæði sum áhoyrari og tónleikari. [...] velduga fjøldin á Vágsbøi sum sang við til hvønn sang. Ríkar løtur, sum eg enn goymi í hjartanum og minnist við gleði. Takk fyri SF.
hárfríðkanir. - Tað var ein dreymur, sum gekk út. Eg havi altíð ynskt mær at sleppa út um landoddarnar at arbeiða, og at sleppa at skapa hármóta. Og við hesum limaskapinum fekk eg tað netverkið, sum skuldi [...] nakar kjansur fyri, at tað kundi ganga galið, sigur Mariann og leitar fram minnini um gamlar dagar. - Tað var sera skjótt, at dagarnir bara ikki strektu til. Eg arbeiddi so at siga alt samdøgrið. Tá eg [...] Mariann um framtíðina, sum ivaleyst er bjørt. - At ongantíð kenna seg trýsta ella bangna merkir, at tú stagnerar sum persónur. Eg elski at kenna trýst og merkja, at eg flyti meg á nýggjum flatum. Tað er tað
eitt so einastandandi upplivilsi, at tað má roynast fyri at vita, hvussu stórt hetta er. Finnur Fríði er eitt so veldugt skip, og eg dugi slett ikki at ímynda mær, at fiskimaðurin kann hava tað betri umborð [...] stuttligt at síggja, at menn, sum veiða so stóran fong, ikki eru móðir. Alt gongur við hydraulikki, og tú tekur at kalla eingi tung tøk umborð, tá ið alt gongur, sum tað skal. Eivind sigur, at sum eygleiðari [...] tí, at eg var so ungur, var eg við sum smyrjari fyri hálvan part. Tað gekk væl at fiska. Vit vóru burtur í 4-5 mánaðir, og minnist eg rætt, tjenti eg 325 krónur hendan túrin. Hetta varð hildið at vera
fegin hava Kára at syngja. Kári er ikki tann, ið loypur á, og hann bar seg eisini undan, men játtaði til endans. Tað endaði við, at hann bar sangin so væl, at eg valdi at hava eittt ljóðføri at spæla aðrurøddina [...] veruliga grovt, ið fór fram, minnist Jakobina, sum tó í dag kann flenna eftir hesum og ungu vágsdámuni í Havn. - Kanska var tað tí, at eg ikki var bangin fyri at siga tað ið eg meinti, at eg kom uppí so mangt [...] ætli eg mær at arbeiða í fiski, ella okkurt líknandi. Eg ætli í hvussu er ikki at arbeiða við fólki, tí tað krevur nógv. Nú er stundin komin, at eg fari at hvessa mær vitið aftur. Eg gleði meg at standa og
Og tað er jú ikki gott. Men nú dámar mær satt at siga betur og betur at framføra einsamøll. Nú eri tað bara eg, og eg havi ongan at goyma meg aftanfyri. Ljósareyðir stivlar og glitrandi kjólar Guðrið er [...] syngi á føroyskum, og nøkur hava hug til at gera tað til eina 'big deal'. Tað er nógv natúrligast fyri meg at skriva á enskum, og tí dámar mær ikki at verða tvingað at skriva á føroyskum. - Eg elski melankoli [...] tíð, áðrenn eg byrjaði at smíða løg. - At byrja við vóru tað mest vinfólk, sum skrivaðu fyri meg, og tey flestu løgini høvdu bara melodi og ongan tekst. Men seinni byrjaði eg so at skriva sjálv. - Tað er
eitt must, at man fer á Summarfestival. Eg hevði ikki kunnað droymt um at verið í Klaksvík uttan at farið á Summarfestival, sigur Elenor. Tað nógva regnið, sum hevur verið í dag, tykist ikki at hava ávirkað [...] uppá, er at hoyra Frændur. Hóast eg havi hoyrt teir túsund ferðir fyrr, so verði eg ongantíð troytt av at hoyra teir. Teirra sangir eru ótrúliga góðir, og øll kenna teir, sigur Elenor, sum er á so at siga [...] og var hetta ein konsert, sum Elenor minnist gleðiliga afturá. - Westlife ótrúliga vóru kulir. Næsta ár hopi eg, at Backstreet Boys koma, sigur Eleonor flennandi at enda.