Hon er veruliga litrík. Eg meini við Jakobinu, sum fyrr nevndist Hansen, men nú Tórstún, til eftirnavn..
Jakobina gjørdist kend rødd, tá hon í 1982 var við á plátuni hjá Glataðu Spælimonnunum, ið nevndist Gluggamynd.
Nú er hon aftur!
Litríkari og sjálvtryggari enn nakrantíð.
Smæðin, men spelkin, kemur hon inn á redaktiónina í Miðlahúsinum.
- Halt ....., tað var gott tú ringdi, sigur hon , tá eg klokkan 8:30 ringi fyri at útseta ætlaðu samrøðuna (ið skuldi vera klokkan 9:00), til seinnapartin.
- Je standi her og koyri varrastift (úttalast lebastift) á, sigur Jakobina og vágbingurin noktar seg ikki, eftir hóast eini 27 ár í Havn.
- Ná, men so passaði tað so væl, okur skulu koyra fløgurnar út fyrrapartin, og skulu norðureftir einaferð seinnapartin, sigur Jakobina, og troppar upp klokkan 12:30 í Miðlahúsinum.
Jakobina er skipari
Jakobina er aktuell við nýggjari fløgu. Kendast er hon frá samstarvinum við beiggjan Palla. Plátan við teimum báðum og Glataðu Spælimonnunum kom í 1982 og kendast er t.d. lagið um Boga og allar nýføðingar í verðini, ið Jóanes Nielsen yrkti.
Men Jakobina er nú skipari fyri manningini, ið telur 16 . Hon gevur í dag út fløgu, ið hon sjálv hevur samskipað og lagt tilrættis. Hon eigur eisini stóran part av tilfarinum á fløguni. Í kvøld verður útgávukonsert í Glitni.
Samrøðan sveimar víða, aftur og fram, tí meira enn 25 ár eru síðani Jakobina seinast veruliga var í eldinum. Mest fylla áttatiárini, tí nýkomin til Havnar kom Jakobina í alt møguligt í lívliga umhvørvinum kring tónleik, jazzfelag, politik og fakfeløg.
Læsti seg inni
- Fyrr var eg mest viðhang, men nú vildi eg sjálv standa á odda, sigur Jakobina.
Fleiri minnast hana frá plátuni við Glataðu Spælimonnunum og síðani frá sjónvarpsendingum sum Glaðir Amatørar og Kjørbreyt. Men Men hon hevur verið á palli av og á hesi farnu 25 árini.Oftast er tað saman við beiggjanum Palla, at hon trínur fram og í fjør framførdu tey í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Eitt skifti í áttatiárunum var Jakobina í Danmark og tá var hon eisini virkin og var við í bólkinum Flytifuglar, sum Fróði Vestergaard stóð á odda fyri.
Jakobina hevur øll árini verið virkin meira og minni og t.d. hevur hon skrivað mangan føðingardags- og brúdleypssang.
- Eg verði ofta biðin at framføra, men eg havi dugað ov illa at biða fólk afturat mær, tí eg havi ikki hildið, at tey hava tímað at spælt saman við mær. Kanska er tað smædni, ið ger galdandi, sigur annars framfýsna Jakobina.
- Men fløgan og hendan arbeiðsgongdin hava flutt míni mørk, og eg havi nú størri sjálvsálit, sigur Jakobina.
- Tað var Jóan Jakku Guttesen, ið gav mær sparkið at fara í holt við at gera fløguna. Vit fylgdust til Havnar og hann segði, at nú skuldi eg fara at gera dreymin til veruleika. Soleiðis kom eg í gongd. Á hvítusunnu læsti eg meg inni í 3 dagar, meðan familjan varð send suður. Tá gjørdi eg eisini orðini til yrkingina "Brotið" liðug. Hetta var annars gamalt útkast frá áttatiárunum. Sangurin er sera persónligur, men eg havi gjørt hann almennan, sigur Jakobina, og greiðir frá persónligu viðurskiftunum kring sangin.
Eitt instrumentalt lag á fløguni er eisini við og tað er fyrsta lagið, Jakobina hevur gjørt.
Fólk fáa rúmd á fløguni
- Eg havi "hondplukkað" fólkini, sum eru á fløguni, sigur Jakobina, og úrvalsliðið, sum er á fløguni, ber eisini boð um hetta.
- Hetta eru fólk, sum eg havi havt í huganum til einstøku løgini. Eg kenni nógv fólk og eg tori eisini at spyrja. T.d. hoyrdi eg Ólav Olsen spæla og eg visti, at tað var hann, ið skuldi spæla instrumentala lagið, tí hann spældi so kensluborið.
- Eg havi roynt at fáa einstøku persónligheitirnar fram, sigur Jakobina.
- Til dømis eigur Kári P orðini til lag hjá Palla. Palli og eg hava ofta sungið sangin tvíræddaðan, men eg vildi fegin hava Kára at syngja. Kári er ikki tann, ið loypur á, og hann bar seg eisini undan, men játtaði til endans. Tað endaði við, at hann bar sangin so væl, at eg valdi at hava eittt ljóðføri at spæla aðrurøddina, sigur Jacobina.
- At vit hava tikið upp í Nólsoy í studio Oyravox hjá Terja Rasmussen hevur eisini gjørt, at vinarbond eru knýtt og hetta merkir heilt víst huglagið á fløguni. Fólk hava lagt sál og orku í, sigur ein fegin Jakobina.
Tónleikur í uppvøkstrinum.
- Tónleikur hevur verið náttúrligur partur av uppvøkstrinum. Abbin , Palli í Tøðuni, yrkti, og mamman hevur ein systkinaflokk, ið syngur, spælir og yrkir og tá familjan er saman, er sangur og spæl á skránni.
- Eisini á pápa síðuni er yrking og spæl og kend nøvn eru t.d. Robert McBirnie og Poul F. Joensen. Eg eri uppvaksin við Føroya Fólks Sangbók. Eg lærdi at spæla guitar hjá Frelsunarherinum og eg lærdi Palla at spæla, men hann fór skjótt framum meg. Men hann slapp eisini at sita og venja. Um eg hevði sitið so, hevði eg verið hildin at verið ein ónytta. Tað heila var eitt sindur gamaldags í so máta, sigur Jakobina, men ásannar, at Palli nokk hevði betri bindindi enn hon.
KGB og mótmælisgongur
- Palli var við í bólkinum Orion. Eg var við eitt skifti á rútmuguitar. Ungdómurin hittist javnan hjá okkum eftir dansin. Hvussu vit rúmtust í kamarinum er ein gáta, sigur Jakobina, ið minnst, at mamman kom við smurdum breyði til náttargestirnar.
Í 1979 fluttu Palli og Jakobina til Havnar og búðu í kollektivi. Jakobina kom uppí fakfelagsarbeiði.
- Áttatiárini vóru virkin og nógv hendi. Tað vóru mangar krav- og mótmælisgongur, har eg var við. T.d móti NATO og so var tað eisini Reyði 1. Mei, minnist Jakobina.
Politiska karrieran??, flennir Jakobina.
- Eg varð vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 1980. Tá var eg bert 22 ár. Men fólk savnaðu undirskriftir, tí tey vildu ikki hava eina politiskt "reyða" forkvinnu, ein kommunist. So bleiv rættiligt rok. Kallað varð til eykaaðalfund og eini 140 fólk møttu. Á sjálvum aðalfundinum, har eg lógliga varð vald, møttu bert eini 30 fólk.Eg valdi at lata atkvøðu fara fram, heldur enn at halda uppá fyrru atkvøðuna, og eg fall. Men har var rok og skitin vápn. Eg var millum annað skuldsett fyri at verða leigusveinur hjá KGB og fyri at hava tikið av kassanum. Tað var veruliga grovt, ið fór fram, minnist Jakobina, sum tó í dag kann flenna eftir hesum og ungu vágsdámuni í Havn.
- Kanska var tað tí, at eg ikki var bangin fyri at siga tað ið eg meinti, at eg kom uppí so mangt hasi árini, sigur vágskvinnan, sum nú hevur búð eini 27 ár í Havn.
Eisini minnist hon tíðina í Perluni, har jazzfalagið og ungdómurin helt til.
Heldur fisk enn fólk
- Tá eg hyggi í bakspegilin, so hendi tað mesta í nokk í áttatiárunum.Men so fekk eg børn og familju. Nú eru børnini størri og eg havi aftur betri tíð til meg sjálva.
- Eg havi arbeitt sum pedagogur í 18 ár og havi sungið nógv við børnunum. Í løtuni havi eg onki arbeiði, sigur Jakobina.
- Nú ætli eg mær at arbeiða í fiski, ella okkurt líknandi. Eg ætli í hvussu er ikki at arbeiða við fólki, tí tað krevur nógv. Nú er stundin komin, at eg fari at hvessa mær vitið aftur. Eg gleði meg at standa og skera ella pakka fisk, meðan eg lurti eftir útvarpinum. So leggi eg ikki petti í, um eg fari niður í løn, sigur ein glað og fløguaktuell Jakobina.