og at hann kann útbyggjast um so er, at tað er neyðugt. - Trupulleikin er, at taka vit eina høvuðsavtalu, so avmarka vit okkara verkfalsrætt. Tað er jú uppleggið, at ein tá skal boða frá verkfalli nógvar [...] at blása samfelagið upp til nakað, sum tað ikki er. Vit eru ikki Danmark ella London, og hava ikki somu trupulleikar, sum teir hava at takast við. Tí er ein høvuðsavtala púra óneyðug í mínari verð. Alt okkara [...] Hann vísir á, at støðan var ein heilt onnur, um so var, at fakfeløgini misnýttu verkfalsrættin, so var støðan ein heilt onnur. - Tað gera vit ikki, og tí haldi eg at tað er óneyðugt við eini høvuðsavtalu
sæð eru vit ein lítil fyritøka. Og eg haldi, at tað er meira symptomatiskt, at mann fer eftir Føroya Tele, tá vit hava góð úrslit. Tað er sum um vit í Føroyum ikki tola, at feløg hava góð úrslit. Blaðm [...] eitt trupult evni, tí hatta er nakað, sum er frammi í sambandi við ta regulering, sum er í Føroyum av, hvat Føroya Tele má og ikki á. Tað sum vit undrast á, tað er, at í øllum vinnugreinum og innan fyri [...] ikki gott. Í dag er tað meira subjektivt. Okkurt blað heldur kanska, at vit eru óførir, men okkurt annað skrivar, at vit ikki eru so óførir; ein sending í útvarpinum er positiv, ein onnur er negativ. Men tað
tónleikin er sprottin úr tí føroyska. - Eg brúki tilvitað kingo- og kvæðaløg, sum eg seti í ein tónleikasøguligan samanhang. Tað er kortini ikki soleiðis, at tú hoyrir hetta føroyska, tað er bert har sum [...] føroyingar hava fyri list. Er tað rætt sum sagt verður, at Føroyar fáa ein orðaðan mentapolitikk komandi ár, er tað eitt stórt framstig, men eg trúgvi tí ikki, fyrr enn hann er komin. - Tá ið vit fingu eitt [...] áhugamentan. Øll framkomin lond hava ein mentunargrunn, ið er umleið ein tíggjunda partur av einum listagrunni í stødd. Trupulleikin við føroyska mentunargrunninum er, at fólkini, ið sita har, eru politiskt
hýran er góð. - Hetta er ikki eitt álop á teir rasku menn, sum arbeiða úti í heimi. Teir gera tað teimum dámar, og at teir ikki rinda skatt í Føroyum, er ikki teirra avgerð. Hetta er heldur ein áheitan [...] um arbeiðsmegina er neyðugt, at skattaskipanin er eins fyri allar vinnur, tí skattafrádráttur í einari vinnu viðførir, at arbeiðsmegin í hesi vinnu ger ov lítla samfelagsnyttu - Um ein sjómaður verður lokkaður [...] glatast. Men er tað nú so. Rinda fólk skatt? Jú, kvinnur gera. Menn gera eisini. Men ein partur av raskastu monnunum í landinum rinda ikki, skrivar Hans Jákup Mikkelsen. Skattaskipanin eins fyri øll -
undir móttøkuni, so avdúkaði hann kortini góð evni at leggja tøl saman. - Eg veit hvat 1000 + 1000 er. Tað er 2000, segði hann ikki sørt errin á málinum. Tað er helst ikki tað ringasta at kunna leggja tey [...] skúlan. Her er talan um ein sannan gentuflokk, tí ikki færri enn 20 teirra eru gentur. Hetta er heldur øðrvísi enn kring landið annars, har talið av teimum sum fóru í 1. flokk hesaferð. Her er kynsbýtið [...] hesum fyrsta skúladegi teirra, høvdu tey fyrireikað seg so væl sum ein nú einaferð kann, tá ein fer undir hetta nýggja kapitlið í eins lívi. Nú vóru tey so klár til hetta. Tey høvdu sjálvi valt sær sína
sær, at okkurt er heilt galið, at bilurin er koppaður og endaður í stovuni, og at genturnar, sum høvdu spælt har, eru horvnar. Hann skundar sær at ringja 000 og sigur frá, hvussu vorðið er, og at børnini [...] børnini eru horvin í kavanum. Svarið hann fær er út av lagi. Spurt verður, um tað er so álvarsligt og um hann ikki kann fara yvir og hyggja, hvat bagir. Hann fær so sjálvur samband við brandstøðina. Eftir hetta [...] verið endað í einum sorgarleiki, og tað er einki minni enn eitt Guds undur, at øll eru á lívi í dag sigur Hanna Joensen. 000 riggar ikki Hon dylur ikki yvir, at hon er vónsvikin fyri ikki at siga uppøst av
vilja hoyra um, og tað haldi eg er super. Tá kunnu vit fáa mest burturúr, tí vit læra um tey somu tingini, sum vit ganga og hugsa um til dagligt. Eg haldi eisini, at tað er ein møguleiki at fáa framgongd í [...] leiðari her síðan eg var fimtan. Hvat dámar tær best við Zarepta? - Tað mær dámar allarbest við Zarepta er umhvørvið, og at tað eru so nógv onnur trúgvandi fólk. Tað er deiligt, at her eru so nógv fólk [...] vera sera uppbyggjandi. Tað er eisini uppbyggjandi, tí man lærir nógv. Og eg haldi, at man venur seg við at lata tí gleðina, man hevur í at vera trúgvandi, skína ígjøgnum. Hvat er munurin á 18-ár og eldri
- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg? Tað er ein góð kensla at merkja samanhaldið og blíðskapin. - Hvat er tað besta við ólavsøkuni? Ólavsøkan er hátíðardagar, serliga fyri tey sum búgva í Havn, eins [...] Ólavsøkan er eisini endin av stevnuárinum, og gleðin hjá róðrarfólkinum er stór. Tað allarbesta eru tó tey føroysku klæðini, sum eru ímyndin av ólavsøkuni, og somuleiðis av, at unga fólkið er heima og ger [...] kláran til ólavsøkuna. - Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni? Minnini eru nógv og góð. Serliga er tað felagsskapurin, sum er tað eg minnist aftur á og gleðist um. At hugna sær saman við familju og vinum.
so stuttligt at hoyra hann saman í gjár, sigur Eydna av Fløtum Hvat er tað besta við summarfestivalinum? - Summarfestivalurin er ein góð samanrenning av hugna og summari. Nú hevur ólavsøkan akkurát verið [...] verið, og har var alt eitt sindur nógv. Tú hevur nógv at gera, nógv at náa. Her er alt eitt sindur meira avslappað. Tað er ein ordiligur familjufestivalur, sigur Eydna av Fløtum.
men seinni kom ein fram til, at teir ikki vóru eins og hinir skúlafelagarnir. Tað gekk ein ávís tíð, áðrenn ein fann fram til, hvat tað var sum bilti teimum: Teir vóru orðblindir. Hetta er ikki óvanligt [...] de la Cour er ein lesihestur. Hvørt kvøld setur hon seg væl til rættis við eini góðari bók, og lesur einar tvær-tríggjar síður. Er bókin góð, so kanska fýra síður. Hetta kann taka henni ein heilan tíma [...] okkurt er áfatt tá barnið er komið í 5. ella 6. flokk ? um ikki fyrri. Tað vísir seg ofta, at veikleikin liggur í familjuni. Hyggur ein aftur í tíðina ella í familjuna, sær ein ofta, at har kann ein abbi