- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?
Tað er ein góð kensla at merkja samanhaldið og blíðskapin.
- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
Ólavsøkan er hátíðardagar, serliga fyri tey sum búgva í Havn, eins og aðrar stevnur kring landið eru tað. Ólavsøkan er eisini endin av stevnuárinum, og gleðin hjá róðrarfólkinum er stór. Tað allarbesta eru tó tey føroysku klæðini, sum eru ímyndin av ólavsøkuni, og somuleiðis av, at unga fólkið er heima og ger seg kláran til ólavsøkuna.
- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?
Minnini eru nógv og góð. Serliga er tað felagsskapurin, sum er tað eg minnist aftur á og gleðist um. At hugna sær saman við familju og vinum.