Hví ert tú komin á Zarepta?
- Eg eri mest komin til Zarepta fyri tað sosiala. Mínir kammeratar og teir vinir, sum eg kenni frá møtum, tey koma øll her, so vit hava tað ordiliga skeg.
Men so eru tað eisini løtur, sum á bíbliutímunum, har eg kann læra nakað og fáa nýggj innlit, og tað haldi eg, at man altíð hevur brúk fyri.
Í ár hava fyrireikararnir spurt onkran av teimum ungu, hvørji evni tey vilja hoyra um, og tað haldi eg er super. Tá kunnu vit fáa mest burturúr, tí vit læra um tey somu tingini, sum vit ganga og hugsa um til dagligt. Eg haldi eisini, at tað er ein møguleiki at fáa framgongd í tí andaliga lívinum, tí man kann fáa svar uppá ivamál og fær próvgrundir man kann brúka til diskussiónsspurnginar.
Hevur tú verið á Zarepta fyrr?
- Eg havi verið á Zarepta næstan hvørt ár, síðan eg var fimm ára gamal. Tað byrjaði við familjulegum, so var eg á barnalegunum og ungdómslegunum. Eg havi eisini verið leiðari her síðan eg var fimtan.
Hvat dámar tær best við Zarepta?
- Tað mær dámar allarbest við Zarepta er umhvørvið, og at tað eru so nógv onnur trúgvandi fólk. Tað er deiligt, at her eru so nógv fólk, sum hava somu lívsáskoðan sum eg, tí man kann vera fulkomiliga avslappaður. Fólk, sum kanska smæðast burtur í tí dagliga, standa við at tey eru trúgvandi, og man blívur sera erligur yvirfyri hvørjum øðrum, og tað haldi eg vera sera uppbyggjandi.
Tað er eisini uppbyggjandi, tí man lærir nógv. Og eg haldi, at man venur seg við at lata tí gleðina, man hevur í at vera trúgvandi, skína ígjøgnum.
Hvat er munurin á 18-ár og eldri og á barnalegunum?
Tað er merkiliga lítil munur, tað er eitt framhald av barnalegunum. Vit hava tað stuttligt saman, men tað er minni umsjón enn á barnalegunum, og tí fáa vit tað rættiliga nógv, sum vit vilja hava tað. Tað dámar mær sera væl. Eg haldi eisini, at tónleikurin svingar serliga væl, tí tað er tey ungu sjálvi sum spæla tónleikin og velja sangirnar. Á hesi leguni hevur tað verið ein góð javnvág ímillum tað álvarsama, møtini og at hava tað stuttligt.