Danielle de la Cour er ein lesihestur. Hvørt kvøld setur hon seg væl til rættis við eini góðari bók, og lesur einar tvær-tríggjar síður. Er bókin góð, so kanska fýra síður. Hetta kann taka henni ein heilan tíma at gera!
Danielle er nevniliga orðblind, og má tí stava seg gjøgnum hvørt einasta orð í teimum tjúkku bókunum, hon lesur eftir kendar rithøvundar.
-Eg noktaði at lata orðblindnið steðga forvitni mínum. Eg noktaði at lata orðblindnið steðga mær í nøkrum, sigur danska Danielle, sum í dag er 37 ára gomul og arbeiðir sum grafikkari í Keypmannahavn.
Hon er ikki einsamøll í verðini við hesum veikleikanum. Mett verður, at kanska eini 10 % av øllum næmingum eru annaðhvørt lesi- ella skriviveikir. Eisini í Føroyum.
Tí varð eitt felag fyri tey lesi- og skriviveiku stovnað í august mánaði í 2001 av m.ø. Anne Karin Kjeld og Lailu Egholm. Hetta felagið hevur í dag 60 limir, har av flestu teirra eru avvarðandi at børnum við hesum veikleikanum.
Felagið skipar árliga fyri eini fýra tiltøkum, har fólk við hesum veikleikanum kunnu koma saman at tosa um síni viðurskifti og annars uppmuntra hvønn annan.
Samstarv er eisini við t.d. lesilæraran Bergur Godtfred, sum næmingarnir vitja, tá trupulleikar eru, ella við Hallgerð Hansen, sum hevur serkunnleika til teldur, ið kunnu verða teimum lesi- og skriviveiku til hjálpar.
Í farnu viku hevði felagið vitjan úr Danmark, har ein hálvur føroyingur, Hans Pauli Christensen greiddi frá um henda veikleikan.
Broyting mátti koma í
At hesar báðar kvinnurnar tóku stig til hetta felagið hevði sína einfaldu orsøk: Báðar høvdu tær børn við hesum veikleikanum. Og báðar upplivdu tær, at sera trupult var at fáa hjálpa nakrastaðni frá.
-Eg segði so við meg sjálva, at soleiðis kundi tað ikki halda fram. Eg hitti so Leilu, og so tóku vit stig til felagið, sigur Anne Karin.
Síðani felagið varð stovnað fyri skjótt fýra árum síðani hevur tað verið sera virkið. Tey hava m.a. fingið góð sambond við líknandi feløg í Danmark og Noregi. Roynt verður eisini at fáa fatur á øllum upplýsingum, royndum og kanningum, sum finst um støðuna hjá teimum lesi- og skriviveiku.
Hinvegin so uppliva tær báðar, at hjálpin frá føroyskum myndugleikum kundi verið munandi størri.
Liggur í familjuni
Anne Karin hevur ein lesi- og skriviveikan drong, sum í dag er 16 ára gamal, og Laila ein drong sum er 15 ára gamal.
Báðir dreingirnir hava gingið í fólkaskúla sum onnur børn frá 1. flokki. Alt byrjaði væl, men seinni kom ein fram til, at teir ikki vóru eins og hinir skúlafelagarnir. Tað gekk ein ávís tíð, áðrenn ein fann fram til, hvat tað var sum bilti teimum: Teir vóru orðblindir.
Hetta er ikki óvanligt, tí veikleikin vísir seg so ymiskt frá einum persóni til annan: Summi hava trupulleikar við at lesa, og onnur við at skriva, meðan uppaftur onnur hava annað at stríðast við.
Tey allar flestu leggja tó merki til, at okkurt er áfatt tá barnið er komið í 5. ella 6. flokk ? um ikki fyrri.
Tað vísir seg ofta, at veikleikin liggur í familjuni. Hyggur ein aftur í tíðina ella í familjuna, sær ein ofta, at har kann ein abbi ella ein mostir hava havt sama veikleikan ? uttan tó at tey vóru býtt fyri tað.
Stórt niðurlag
Tá talan var um sonin hjá Anne Karin kom veikleikin rættiliga týðiliga fram, - tá hann at enda kom fram.
Hann var nr. 3 í systkinaflokkinum, so Anne Karin hevði góðar møguleikar at samanbera hann við tey bæði eldru systkini.
-Eg legði merki til tað, tá hann var komin í 3. flokk. Tá sá eg, at hann ikki menti seg eins væl málsliga og hini systkin hansara høvdu gjørt.
-Vit fingu so beinanvegin samband við Skúlan á Trøðni (Sernámsdepilin), har vit tosaðu við ein av lærarunum har. Hann hjálpti okkum á leið, men annars hevur hjálpin fra myndugleikunum verið avmarkað. Vit máttu tí bara kempa sjálvi, har vit kundu, sigur hon.
Eitt er so, hvussu foreldrini uppliva hetta, at barn teirra hevði henda veikleikan. Fyri sonin sjálvan var tað eisini eitt sera stórt niðurlag.
Føldi seg uttanfyri
At ganga í einum 3. flokki í einum føroyskum skúla, saman við hinum vælfungerandi næmingunum, var ikki altíð eins lætt og stuttligt hjá soninum.
Hann føldi eg tí rættiliga uttanfyri í mongum viðurskiftum, serliga tá børnini fingu heimaarbeiði fyri, t.d. at lesa eitt petti til næsta skúladag.
Hini børnini fóru heim og lósu uppá har, og tað skuldi hann so eisini gera. Men hetta var ikki bara sum at siga tað: Fyrst máttu foreldrini lesa tað upp fyri honum, áðrenn hann sjálvur kundi lesa tað upp í skúlanum.
-Men ein tekst, sum hann ongatíð hevði sæð áður ? tað kundi hann ikki lesa upp soleiðis uttan víðari. Tað er tí púra klárt, at hann upplivdi hetta sum eitt stórt niðurlag.
-Tað er tí einki løgi í tí, at hann føldi seg uttanfyri ? ja, føldi seg snedigan, sigur Anne Karin.
Hon sigur tó ikki skúlafelagar hansara ringar fyri tað, tí tey høvdu ikki nakran kunnleika til henda veikleikan. Tey kundu snøgt sagt ikki annað enn meta hann sum ein løgnan stavn.
Fyri henni er tí eingin ivi um, at høvdu hini børnini fingið størri kunnleika til tað at vera lesi- og skriviveikur, so høvdu tey lættari góðtikið, at hann var sum hann var. Har vantaði bert upplýsing um evnið.
Tað var fyri at hjálpa slíkum børnum sum hesum dronginum, at hon tók stig til felagið fyri lesi- og skriviveik.
Her kunnu so børnini og foreldur teirra koma saman at tosa um viðurskiftini, soleiðis at tey lesi- og skriviveiku kunnu fáa eina kenslu av, at tað ikki bara eru tey sum høvdu henda veikleikan.