num á Hvítanesvegnum í 1996 sæst, at ársmiðaltalið av bilum, ið koyra á vegnum, er 5.925 um samdøgurið. Í viku 38 er mált, at ein fríggjadag koyra 8.000 bilar eftir Hvítanesvegnum. Av hesum koyra 3.900 [...] klettafastur í trúnni á at eingin vandi er á ferð. Eitt er vist, at nú kunnu fólk langt frá føla seg trygg á gongubreytunum, og hetta hendir við einari nýggjari vegagerð, júst sum alneyðugt er at repa seglini, [...] lítið at Landsverkfrøðingurin »ivast ikki í, at hetta fer at taka ferðina av ferðsluni«. Freistandi er at spyrja, um ikki skeitt verður til slíkar sera álítandi royndir, hvar øll úrslitini fáast fyri einki
Bygdaleiðum ikki er, sum hon eigur. Tað skal her undirstrikast, at Strandfaraskip Landsins gera alt, fyri at halda trygdina á einum ráðiligum støði. At so er kann prógvast við t.d.: ?1/2-árs eftirliti hjá Bil [...] fari eg kortini at heita á blaðið um at geva fyritkuni ein møguleika at gera viðmerkingar næstu ferð, skuldsetingar verða settar fram. Tórshavn t. 26. sept. 1997 Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum [...] hendan mátan at gera vart við seg. Tað, sum síðani hendi, var, at hann hugdi at klokkuni og smeyg sær út gjøgnum hurðina. Slíkur fordømandi kritikkur og óseriøs atferð elvir sum vera man sjáldan til nakað
Har harmast um, at orðaskiftið, sum tók seg upp um bókmentir og at skriva bøkur, var dovisligt og ikki umrøddi tað, sum hann nevnir »sensur og einrætting«. Dan hevur ta fatan, at »á almennum og hálvalmennum [...] ella týtt. Og fólk eru eisini ymisk á máli um sama tekst. Eg havi upplivað, at foreldur hava ringt og takka fyri onkra bók, sum alt húskið stuttleikaði sær óført við at lurta eftir, meðan lisið varð upp [...] allar«? Er tað so, nyttar lítið at kjakast. Tó vænti eg, at tá ið Dan Petersen hevur lisið tað, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í síðstuni, man hann fara at taka undir við Maluni Poulsen
standast av at koyra olju á meginøkinum, enn tað kostar at flyta hana til Skúvoyar. Tummas Frank Joensen heldur tí, at tað er heilt órímiligt, at Krevja 31,5 oyra eyka fyri liturin frá fólki á útoyggj. Alt [...] sigur, at sami mannamunur á fólki á meginøkinum og útoyggjafólki ger seg galdandi á so nógvum øðrum økjum eisini. Bøndur á útoyggj sleppa ikki longur at hava mjólkneyt, tí tey skuldu miðsavnast á meginøkinum [...] gera vart við okkum og royna at ávirka, har vit kunnu. Hann sigur, at hann nú ætlar at savna allar skúvoyingar, og kanska fólk á øðrum útoyggjum við, fyri at fáa eina loysn á hesum, fyrst og fremst olju
er heilt týðuligt, at ein kensla er við at breiða seg ímillum fótbóltsfólkið ? bæði inni á og uttan fyri vallirnar ? sum sigur, at nú gleða øll seg til, at punktum verður sett fyri fótbóltsárið 1997. [...] so hevði hetta verið funnin fressur fyri FSF og B36. Men vit hava skilt, at í FSF ætla teir at gera, sum teir plaga at gera, og tað vil siga, at teir ætla at vera á staðnum, har FM vinnararnir eru, tá [...] hansara menn um Skopunarfjørð at geva Tummasi Eli Hansen (vit søgdu leygardagin, at hann sunnudagin skuldi spæla fyri síðstu ferð á B36 liðnum ímóti HB, men vit gloymdu at siga, at talan var um síðsta heimadystin)
Tíggju minuttir fyri leiklok kom Dagfinn Olsen fyri fyrstu ferð inn á besta NSÍ liðið. Uttanfyri sótu fleiri aðrir, sum hava framtíðina fyri sær, og tað er neyvan nógv at ivast í, at teir í Runavík hava [...] fyrra umfarið var miðvallari, fór á aftasta mann, meðan Sørin Petersen fór aftur á miðjuna. Síðstu løtuna varð hann avloystur av Jákup Peturi Eliasen, sum harvið fyri fyrstu ferð royndi seg í 1. deild [...] Runavík og tókust við NSÍ um, hvat av teimum báðum liðunum skal enda á fimta plássi, og hvat skal enda á sætta plássi í landskappingini 1997. At KÍ fekk tvey mál ber boð um stóra úrtøku burturúr málmøguleikunum
Tveir mans vórðu bidnir um at koma upp á pallin at biða fyri fólki, sum ringt ella skrivað høvdu til møtileiðsluna við ynskjum um, at biðið varð fyri teimum. Ein kona vildi fegin hava tey at biða fyri soninum [...] stevnuna. Gamlar konur á høkjum og onkur, sum sat í rullustóli. Ivaleyst mundu hesi fara at royna at verða lekt á møtinum, var hugsanin. Ein av amerikansku forbiðarunum kom at heilsa upp á meg. Hann helt seg [...] var einki, sum minti meg á orðatøkini um at »sita við andakt« ella at tað var »sum at sita undir lestri«. Og friðin, sum onkur av leiðarunum hevði tosað um, at tey upplivdu á Toronto- møtunum í Íslandi
Summir fáa fólk fyri seg, og aðrir betala seg burturúr degnum. Aftur í ár vóru teir heldur illa mannaðir. Teir vóru ikki meiri enn 32 mans, og tað er nakað lítið og er ein orsøk til, at so nógv sleppur [...] undanfarin ár verður eitt nøkur lomb seld hvørt ár fyri útreiðslur til stik og annað í oynni. Í ár blivu 14 seyðir seldir á uppboðið. 13 lomb fóru fyri ímillum 300 og 800 krónur hvørt. Ein tvæveturs veðrur [...] hvalbingar í Lítlu Dímun eftir slakti. Eliesar Poulsen, formaður í Lítlu Dímun, sigur, at tað gekk hampiliga væl. Hann sigur, at hetta er eitt miðal ár í Oynni, sum Lítla Dímun verður nevnd í dagligari talu. Eitt
um, at pensjónsbólkurin veksur. Men tey hava kortini ikki slept prinsippinum um, at tað sjálvandi er ein samfelagsuppgáva at tryggja øllum nøkur rímilig ellisár. Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at hann [...] eydnast at fáa eina breiða semju um hesa fíggjarlógina, men hann sigur, at javnaðarumboðið í fíggjarnevndini fer at stríðast fyri at fáa ávísar broytingar, m. a. pensjónsspurningin. Restina av vikuni fer [...] ikki tað er rætt, at fara at revsa teir limirnar, og eg haldi eisini, at motivatiónin fullkomiliga verður tikin burtur frá Føroya Arbeiðarafelag, sum so seint sum í ár hevur sett hol á eina pensjónsuppsparing
huganum, at teir eru FM vinnarar, og at teir, eftir lokið stríð í dag, fáa stásið um hálsin, men teir ætla sær at taka uppgávuna ímóti B71 í tí álvara, sum tað sømir seg, bæði fyri B36 og eisini fyri at spurningurin [...] einki at taka seg aftur í, at hann hevur verið tann, sum tyngsta lessið hevur ligið á. Í Miðvági fekk ábyrgdarmaðurin ostaflísina, og tað ber í sær, at hann noyðist at standa uttanfyri og hyggja at, meðan [...] B36 fer suður á Sand seinnapartin í dag. Uppgávan er at seta punktum fyri landskappingina 1997, og tað verður gjørt ímóti B71, sum eftir øllum sólarmerkjum at døma má finna seg í at spæla í 2. deild komandi