hevur verið frammi við, at vit í Noregi eru hugaðir til at »fiske i rørt vand«, men tað er ikki rætt. Talan er um eina gamla innbjóðing, sum verður gjørd til veruleika nú. Talan er so avgjørt ikki um at skapa [...] stkjótt, soleiðis at ein útbjóðing kann byrja á føroyskum øki. ? Tey norsku feløgini eru øll sinnað til at vera við í hesi leiting og vit eru annars sinnaðir frá norskari síðu at hjálpa føroyingum við bæði [...] sigur Kjell Magne Bondevig, at her er veruliga talan um eitt ríkt øki, sum Noreg fegin vil vera við til at menna og samstarva við hini londini í Norðuratlantshavi um. Anfinn Kallsberg sigur, at hann hevur
mátti tað bera til. Ninoslav og Pól Thorsteinsson, sum vóru eftiransarar mitt fyri, høvdu ilt við at halda teimum á heimaliðnum, eftir tjúgu minuttir var javnt, og stutt fyri hálvleik økti GÍ til 3-1, og so [...] Justinussen í høgru til 3-1. Á vegnum tók bólturin í Sámal Joensen. Hevði hann ikki gjørt tað, so hevði hann farið við síðuna av. Hvørki dómari ella linjuverji vóru samdir við B36 í teirra áskoðan um rangstøðu [...] tóktust væl upplagdir og nógv uppsettir. Teir vóru ágangandi, høvdu betri tak á bóltinum og spældu seg til upplagdar málmøguleikar móti einum tøvandi mótstøðuliði, sum hevði stórar trupulleikar at skipa verjupartin
uttan Bárð á Lakjuni, sum var leikbannaður til henda dystin, og í hansara stað úti í vinstru síðu á miðjuni spældi Roy Róin. Bárður á Lakjuni verður aftur til seinasta og avgerandi dystin hjá ÍF móti nýklaktu [...] málverjan Bjarna Johansen í ryggin, tá hesin skuldi út eftir bóltinum. Men dómarin hevði eina aðra áskoðan, og Bjarni fekk gula kortið fyri at mótmæla. Seinni hálvleikur líktist tí fyrra, bert við øvugtum [...] inni í brotsteiginum nart spælandi venjarin Krzystof Popczynski við hann og stýrdi honum inn í netið til 1-1. Ein strika í rokningini hjá fuglfirðingum, sum av álvara vóru farnir at trúgva upp á sigurin móti
fyri 1999 eru avsettar 1,3 mia. krónur til almanna- og heilsuverkið. Av hesum eru 227 mió. krónur til umsiting og við-gerð á Landssjúkrahúsinum, harav 50 mió. krónur til viðgerð og uppihald uttanlands. Spurd [...] Hvør eftirmetir, hvussu peningurin til sjúkrahúsverkið verður brúktur og hvussu hann gagnar? Nú nýggi bygnaðurin er farin at virka, ber til at sundurgreina játtaninar til sjúkrahúsverkið. Tað merkir at vit [...] við einum uppskoti til nýggjan bygnað. Eitt nú var sjúkrasystrastjóri settur í vár, men varð bert stutta tíð, av tí at arbeiðið var alt ov umfatandi til hálvtíðarstarv, ið varð avsett til hetta arbeiðið.
Í staðin fyri at bretta upp um armar og fara til verka, kvaldu teir sakina í ómegd og berum mistreystisgrenji, til danskur ministari skar ígjøgnum og sá til, at mál okkara fekk ein vissan heimarætt. Man [...] so alt hetta roksið, ið hevur darvað so ómetaliga og hevur verið til so stóran ampa í staðin fyri at bretta upp um armar og hjálpa til? Er slíkt realistiskt? Á politiskum fundum, serliga fyrr, ikki so [...] Fyri nøkrum fáum árum síðani kom ein unglingi til mín, uppøstur og forfardur, hann var akkurát komin úr Danmark. ? Veitst tú hvat, segði hann, veitst tú, hvat danskarar kalla okkum. Nassireyvar, gud veit
supergrenjum. Sendið uppskotið út til altjóða arkitektkapping og reisið ein bygning ? ella fleiri, ið skúlu rúma heimsins vakrasta parlamenti, landsstýri og allari okkara umsiting til gagns fyri øll. Fyri nógvum [...] oyggjabúgvar eru vit eisini ofta ógvuliga trúskyldig, ógvuliga heimføðislig, provinsiel, tað skal so lítið til at imponera okkum, so tað skal als ikki undra, um tað eydnaðist hesum manni at røra mangan hjartastreingin [...] um tey tíma ella um tey yvirhøvur lesa hetta, samanbera seg við hann og vita, um tey eru av somu áskoðan. » ? Politiskt eri eg konservativur, fanatiskur konservativur, segði hann, og tað eri eg stoltur
longur. Hinvegin, so kenni eg føroyingar alt ov væl til at føli meg fremmandan her, sigur Randi Mohr. Hon hevur í átta ár skrivað um føroysk viðurskifti til tíðindastovuna Ritzau. Fyrstu árini, tá kreppan [...] oman yvir Hoyvíkina, situr Randi Mohr, journalistur, og skrivar tíðindagreinar um føroysk viðurskifti til Ritzau tíðinastovuna í Danmark og Morgunblaðnum í Íslandi. Hon er upprunaliga hálvur føroyingur, pápin [...] var hon eitt árið arbeiðskona hjá Sølvu og Páll Patursson í Kirkjubø. Tað árið gjørdi eisini sítt til, at hon seinni fekk hug at búsetast her. Randi Mohr giftist við Høgna Debes Joensen, og tey eiga tveir
hetta var av ongum. Helst hava teir ongantíð havt nakað liðugt seymað uppskot, men einans brúkt hetta til at tekkjast veljarunum við. Teir fóru jú á val, og góvu veljarunum tað fatan, at flokkurin hevði lagt [...] síðsta veljarakanningin varð almannakunngjørd, var sambandsflokkurin so at sær komin, at hann tók hana til eftirtektar, meðan javnaðarflokkurin ikki vildi góðtaka hana. Føroyingurin varð niðurgjørdur av formanninum [...] atkvøtt fyri og vóru villeidd. Aftur her síggja vit, at tað ikki verður tolt, um ein hevur eina aðra áskoðan, enn leiðslan í javnaðarflokkinum. Hetta minnir meg um, tá val verða hildin í onkrum einaræðislandi
tað grundsjónarmið, at her á landi eru øll menniskju líka nógv verd uttan mun til húðarlit, trúgv, evnir og politiska áskoðan. Tí er tað hugstoytt at síggja, hvussu nationalistarnir nú eru byrjaðir at » [...] hesa gongd. Framtíðarveljarar í dag, 3 ára gomul, skulu við øðrum orðum tvingast til at tillaga seg tjóðveldi uttan mun til, hvussu umstøðurnar verða. Ætlanirnar hjá javnaðarflokkinum eru at vit gera ein [...] Danmark, har øll mál kunnu yvirtakast. So verður tað upp til komandi løgting og komandi veljaraskarar at avgera yvirtøkuferðina og tillaga hana til umstøðurnar. Í fyrra førinum tvang, í seinna demokrati
tvey bind til prentingar og eftir heimsbardagan kom Napoleon Djurhuus eisini upp í arbeiðið. Í felag gjørdu teir tey næstu tvey bindini greið til útgávu. Síðstu bindini greiddi N. Djurhuus til prentingar [...] vóru kvæðini ikki, áttu vit ikki eitt so ríkt mál í dag. Tá ið trúbótin kom til Føroya umleið 1560 komu danskir prestar til Føroya. Teir komu inn í kirkjurnar við danska málinum, eins og danska málið seinni [...] hann, sýndi hann málinum um kvæðaútgávuna stóran áhuga og beyð sær til at veita ráð og annan stuðul. Hann skrivaði langan inngang til útgávuna, har sagt er frá um kvæðayrking, rím, niðurløg og serlig eyðkenni