svágurin, og tá segði hann við Bo Larsen, at hann hevði gjørt eitthvørt, sum hann ikki átti at havt gjørt, og tá Bo fann út av hesum, fór hann helst ikki at vilja tosa við seg aftur. Men hann kom ikki [...] til, hvat fyrrverandi svágurin hevði sipað til. Tað vísti seg, at svágurin hevði roynt at eftirlíknað hondskriftina hjá Bo Larsen, uttan at hetta tó hevði eydnast serliga væl. Í rættinum í dag gav Bo Larsen [...] hvøkki, Bo Christian Vestergaard Larsen fekk í mai 2006, tá hann varð stevndur at møta í rættinum í Sæby við kravi um at rinda eina telefonrokning frá Kall. Bo Larsen hevði í hálvt triðja ár búð og arbeitt
Fótbóltur Hóast tey flestu mettu, at B36 ikki veruliga fór at gera um seg í oddinum í ár, so er “nýggja” liðið enn millum tey ovaru á stigatalvuni. Gaman í hava teir framvegis ikki verið uttan fyri Gundadal [...] og eg haldi, at vit hava nakrar typur, sum rigga væl sum ein eind, og har allir stríðast fyri hvørjum øðrum, sigur Klæmint Matras, sum er liðskipari hjá liðnum. Og hann leggur afturat, at hann als ikki [...] ikki er bilsin av, at B36 hevur staðið seg somikið væl higartil. - Tað eru vit ikki. Tvørtur ímóti, so haldi eg, at vit enn ikki hava víst, hvør veruligur dugur er í okkum. Seinasta dyst spældu vit í øllum
neyðugar, og leingi órogvaðu hesar oddaliðið, sum hevði ilt við at fáa miðvøllin at hanga saman. Tað komst tó eisini av, at Skála ikki hevði hug at geva oddaliðnum nakran serligan arbeiðsfrið. Við góðum trýsti [...] Skála-málverjin tó tók sær av. Í hinum endanum megnaði Skála sjáldan at skapa tað stóra eftir steðgin, men hóast tapið, so er einki at ivast í, at hópurin kann taka nógv góð ting við sær úr dystinum. Hesa ferð [...] nú spældu so øgiliga væl, men sendingarnar hingu nú betur saman. Hóast Skála royndi at flyta fólk fram, so gekst illa at fáa nakað skipað trýst á mótstøðuna, sum tí ofta kundi spæla seg úr trýstinum við
li er farin at gera seg klókan uppá í fjølmiðlunum. Kanningin sigur greitt, at landsstýrismaðurin als ikki hevur fyrisitið sítt embætið á nøktandi hátt. Jóannes Eidesgaard megnaði onki at gera við partamannin [...] kanningini. Alment sleppur hann í mikrofonhaldarínum at tosa elegant um alt annað enn tað, sum kanningin snýr seg um. Tað tykist, sum ongin er førur fyri at seta honum spurningar í mun til tað sum kanningin [...] mun til aktuellu játtanina vita vit ikki. Tann kanningin er ikki gjørd, tað átti hon at verið alt fyri eitt, soleiðis at politikkararnir, sum skulu játta peningin, veruliga vita, hvussu játtan og kvalitetur
grannarnar Tað bilar ikki hjá yngru leikarunum, sum hava torført at sleppa framat, at skifta felag. Soleiðis kunngjørdi heimasíðan hjá B68 í gjár, at unglingarnir Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen [...] Væntast kundi, at nøkur leikaraskifti skuldu avgreiðast í seinastu løtu, men serliga vóru tað B36 og HB, sum framdu stórar og heldur óvæntaðar broytingar. Jákup vendir heim Tað vakti serligan ans, at Jákup á [...] fingið tilgongd í summarsteðginum. Spurningurin er nú, hvussu broytingarnar fara at merka feløgini, sum øll hava sítt at stríðast fyri. Myndatekstur: Rókur av Fløtum Jespersen er aftur í HB eftir útlegd
møguleikan. Ikki bert at halda ein fyrilestur á eini slíkari ráðstevnu, men eisini at talan er um eitt so fjarskotið land sum Kina. Tá tú ferðast so langan veg er púra náttúrligt, at gera sær dælt av mø [...] Nolsøe skal halda ein fyrilestur á ráðstevnuni, og í skránni stendur hann at halda hann 21. mai millum klokkan 14.20 og 14.45. At ein føroyingur er boðin við til hesa fyrstu ráðstevnuna av sínum slag í Kina [...] , sum umrøddi ein nýggjan hátt at framleiða surimi, sum gevur eina munandi størri úrtøku. Kina er heimsins størsti framleiðari av surimi, so tað er helst orsøkin til, at eg eri boðin við, sigur Helgi Nolsøe
Margarinfabrikkini, har tey hava úr at gera við at fyrireika Føroya fyrsta festival fyri børn og ung. Salua Manai, pedagogur, sum er projektleiðari fyri barnafestivalin, sigur, at hetta verður dagurin hjá børnunum [...] ordiliga feitt og kult fyri børnini, sigur hann. Av tí at árið hjá Margarinfabrikkini endar um hetta mundið, hildu tey, at tey ungu skuldu fáa høvi til at framføra nakað av tí nógva, sum tey hava lært gjøgnum [...] børnunum. Endamálið er sostatt ikki at vinna pening, men at skipa fyri einum hugnaligum og hátíðarligum degi fyri børn og ung. Leiðarin í Margarinfabrikkini, Bogi Andreassen rópar eisini tiltakið tivolisligt
skiftust liðini um at skjóta mál, men tá ið fimm minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, kom Neistin fyri fyrstu ferð fram um við fýra málum, og nú var okkurt, sum bendi á, at Neistin kundi fara at avgera dystin [...] síðstu málunum í fyrra hálvleiki megnaðu tær grøna at halda fast um vónina at fáa eitt gott úrslit. Nú vóru aftur bert tvey mál á muni, og tí var líkt til, at alt kundi henda eftir steðgin. Avgerðin Men seinni [...] kyndilskvinnurnar tó at kempa av øllum alvi. Tær fingu eisini í einum føri munin niður á seks mál, men neistakvinnurnar vóru skjótar at svara aftur, og so fór luftin av Kyndli. Endin var, at Neistin vann dystin
donskum flóttafólkalegum at búseta og útbúgva seg uttan fyri legurnar. Soleiðis hálaði forsætisráðharrin lætt og elegant tenninar út úr mótstøðufólkunum, ið høvdu sæð fram til at brúka innistongdu og sálarliga [...] sálarliga niðurpíndu barnafamiljurnar til valskjúts. Við at nokta hesum neyðars flóttafólkum at arbeiða í Danmark gjørdi hann samstundis frilluni Piu Kjærsgaard til vildar. Vælferð er eisini høvuðsevnið [...] og á ovastu rók á løgmansborgini. Tað er greitt, at fólkatingsvalið verður eitt slag av styrkiroynd undan komandi løgtingsvali. Tí kann tað undra mong, at flokkurin hjá løgmanni enn ikki hevur latið við
so siga vit ja til at troyta allar teir politisku møguleikar, sum eru í skipanini. Einki við at spæla fólk í húsi. Einki við at umbera okkara hjáveru í fólkatinginum. Einki við at krúpa undan teirri ábyrgd [...] snildi, ber til at telva seg, til búgvi borð. Frá Janta til Jeppa Skuldi tú ivast í um tað finnast tjóðveldisrøddir, sum søkja politisku ávirkanina á Fólkatingi, so nýtist tær ikki at ivast longur. Tí [...] politiskir møguleikar nýttir, í royndini at ávirka donsku politisku skipanina innanífrá. Fólkatingsvalið skal nýtast til vald og ávirkan, føroyska samfelagnum at gagni. Vit flyta okkum frá Janta til Jeppa