Havnarfeløgini framdu broytingarnar

Seinasta dagin, sum flytingarvindeygað var opið, vóru tað serliga havnarfeløgini B36 og HB, sum framdu broytingar i leikarahópinum. Ikki minst vakti tað ans, at Jákup á Borg nú aftur skal spæla við barndómsfelagnum eftir góð fýra ár hjá teimum reyðu og svørtu

Flytingarvindeygað hjá føroysku fótbóltsfeløgunum læt aftur á midnátt í gjárkvøldið. Væntast kundi, at nøkur leikaraskifti skuldu avgreiðast í seinastu løtu, men serliga vóru tað B36 og HB, sum framdu stórar og heldur óvæntaðar broytingar.


Jákup vendir heim

Tað vakti serligan ans, at Jákup á Borg nú aftur skal spæla við B36. Við hesum fær elsta árstalsfelagið í landinum aftur spælaran, sum um aldarskiftið skeyt seg í øll B36-hjørtu. Landsliðsleikarin hevur seinastu fýra árini roynst væl hjá grannunum í HB. Og sigursvanda felagið verður tískil tveir profilar fyri uttan, tá farið verður undir seinnu kappingarhálvu av ársins útgavu av Formuladeildini. Tað er longu greitt, at Christian Høgni Jacobsen flytur til næstbestu donsku deildina og AB. Rókur av Fløtum Jespersen og Johan Ejvind Mouritsen, sum hava slitið sínar barndómsskógvar í felagnum, verða nú aftur í reyðum og svørtum. Yngru leikararnir skulu lyfta HB í seinastu dystunum, og nú møguleikin fyri at vinna gull er lítil, eru fyrireikingarnar til komandi árið so smátt byrjaðar.

Eisini Tróndur Vatnhamar og Svend F. Jacobsen skiftu eisini aftur í barndómsfeløgini – ávíkavist B36 og HB.


Skifta til grannarnar

Tað bilar ikki hjá yngru leikarunum, sum hava torført at sleppa framat, at skifta felag. Soleiðis kunngjørdi heimasíðan hjá B68 í gjár, at unglingarnir Jann Martin Mortensen og Pól Jóhannus Justinussen skulu royna seg á Toftum komandi mánaðirnar. Hesir báðir hava havt trupult við at vinna seg framat besta liðnum hjá Runavíkingum, og leita tískil út til Toftir, har útlit eru fyri meiri spælitíð. Á Toftum verður Dánjal Pauli Højgaard, sum hevur spælt framherji hjá ÍF, eisini.


Ikki líka nógv

Flytingarnar stutt undan evstamark vóru ikki líka nógvar í ár, samanborið við farna kappingarár. Í fjør var tað serliga AB, ið mest sum kollvendi hópinum. Nú vóru tað hini høvuðsstaðafeløgini, sum framdu stóru broytingarnar.

Øll liðini, burtursæð frá Víkingi, hava fingið tilgongd í summarsteðginum. Spurningurin er nú, hvussu broytingarnar fara at merka feløgini, sum øll hava sítt at stríðast fyri.




Myndatekstur:

Rókur av Fløtum Jespersen er aftur í HB eftir útlegd í FC Amager. Hin leikarin á myndini, Fróði Benjaminsen, er somuleiðis í HB nú. Hann er dømi um, at tað ikki longur er óhugsandi, at skifta millum høvuðsstaðarfeløgini. Hetta staðfestu Jákup á Borg, Tróndur Vatnhamar og Svenn F. Nolsøe eisini í gjárkvøldið – enn einaferð