Snakkað upp á nakkan á øðrum

Ein maður varð í Føroya Rætti í dag ákærdur fyri at hava upprættað eitt telefonhald í annan mans navni. Hann hevði tosað fyri smáar 11.000 krónur uttan viðkomandi visti av

Tað var ikki sørt av einum hvøkki, Bo Christian Vestergaard Larsen fekk í mai 2006, tá hann varð stevndur at møta í rættinum í Sæby við kravi um at rinda eina telefonrokning frá Kall.

Bo Larsen hevði í hálvt triðja ár búð og arbeitt í Føroyum. Bústaðin hevði hann saman við systir síni og sjeiki hennara, men tá tað bleiv liðugt millum hesi bæði, flutti systurin niður til Danmarkar aftur. Hon var tá við barn á øðrum sinni, og Bo Larsen fór tí niður til Danmarkar 31. januar 2005 at hjálpa systrini til hon hevði átt.

Dagin eftir – 1. februar 2005 – varð eitt telefonhald upprættað í navninum hjá Bo Larsen, fullfíggjað við P-tali og tí, sum hartil hoyrdi.

Bo Larsen veit so av ongum, til hann knappliga verður boðsendur av rættinum í Sæby við kravi frá Kall um at gjalda telefonrokningina áljóðandi krónur 10.969,75.

- Eg visti beinanvegin, hvør stóð aftan fyri hetta, og tað fyrsta eg gjørdi eftir rættarfundin, var at ringja upp til Føroyar og melda fyrrverandi svágin fyri dokumentfalsan, sigur Bo Larsen.

Uttan at kenna nakað til hesa ólógligu upprættan av telefonhaldi, kom Bo Larsen aftur til Føroya um hálvan mars 2005, tí hann um tað mundið hevði føroyska unnustu. Hann var so í Føroyum fram til hálvan mai, tá hann aftur fór til Danmarkar við Lómi. Umborð til Danmarkar var eisini fyrrverandi svágurin, og tá segði hann við Bo Larsen, at hann hevði gjørt eitthvørt, sum hann ikki átti at havt gjørt, og tá Bo fann út av hesum, fór hann helst ikki at vilja tosa við seg aftur. Men hann kom ikki nærri inn á, júst hvat tað var, hann hevði gjørt.

Seinni fann Bo Larsen so fram til, hvat fyrrverandi svágurin hevði sipað til.

Tað vísti seg, at svágurin hevði roynt at eftirlíknað hondskriftina hjá Bo Larsen, uttan at hetta tó hevði eydnast serliga væl. Í rættinum í dag gav Bo Larsen dømi um egna hondskrift, so bæði dómari, ákæri og verji kundu sammeta við útfylta skjalið frá Kall.

Ákærdi sjálvur, sum hevur búð drúgva tíð í Danmark, møtti ikki í Føroya Rætti í dag, tí hann skuldi til jarðarferð í heimbygd síni.

Verður viðkomandi dømdur, skal hann eisini rinda sakarmálskostnaðin. Hetta umfatar tó ikki ferða- og uppihalds útreiðslurnar hjá vitninum, sum var komið úr Danmark til tað sama. Vitnisútreiðslur rindar danski staturin.