Rimmar barnafestivalur í Havn

Margarinfabrikkin setir eitt festligt punktum fyri virksemið í ár við einum stórum barnafestivali í Grasagarði

Alt tað kulasta sum børn og ung dyrka verður á skránni í Grasagarði í Havn leygardagin 5. juli. Hetta siga tey av Margarinfabrikkini, har tey hava úr at gera við at fyrireika Føroya fyrsta festival fyri børn og ung.

Salua Manai, pedagogur, sum er projektleiðari fyri barnafestivalin, sigur, at hetta verður dagurin hjá børnunum. Endamálið er sostatt ikki at vinna pening, men at skipa fyri einum hugnaligum og hátíðarligum degi fyri børn og ung.

Leiðarin í Margarinfabrikkini, Bogi Andreassen rópar eisini tiltakið tivolisligt við poppkorni og candy-floss.

- Tað skal vera ordiliga feitt og kult fyri børnini, sigur hann.

Av tí at árið hjá Margarinfabrikkini endar um hetta mundið, hildu tey, at tey ungu skuldu fáa høvi til at framføra nakað av tí nógva, sum tey hava lært gjøgnum árið.

- Vit hava sett skránna saman, so tað er nakað til allar typur og til allar aldursbólkar, sigur Salua Manai, sum eisini undrast á, at Grasagarður verður so lítið brúktur.

- Hann er ein perla í býnum, sum vit eiga at brúka nógv meira. Á barnafestivalinum verður økið avbyrgt, við tveimum inngongdum, so smá børn ikki kunnu rýma, sigur hon.


Fjølbroytt skrá

Millum tilboðini verða hoppiborg, tarvur og Sumobardagi. Har verður spælipláss við sandkassa og skreiðibana, bál við grillaðum pylsum, sneisabreyði og pannukøkum.

Eisini verður kreativur verkstaður í neðra í Tilhaldinum, har børnini kunnu tekna, mála og gera smýkkur. Teir báðir Búi Dam og Dánjal á Neystabø fara at framføra

Ævintýraferðina, og gyklarin Ásbjørn Berthelsen fer at vísa kynstur síni sum búktalari. Eisini verður konsert við Meylu og Jóannes, umframt eitt hip-hop dansishow verður við gentum, sum hava gingið til dansiundirvísing í Margarinfabrikkini í ár, og gentur úr Havnar Fimleikafelag hava fimleikaframsýning. Á barnafestivalinum verður sjálvandi eisini søla av øllum tí, sum tey vaksnu hata: Candyfloss, milkshake, poppkorn, softice og slush-ice. Kortini skulu tey vaksnu eisini hava okkurt gott, tí í miðhæddini í Tilhaldinum verður ein café við lekrum mati fyri tey vaksnu.


Donsk barnastjørna

Á konsertini kl. 20 spæla tríggir tónleikabólkar frá Margarinfabrikkini, ein gentubólkur og tveir dreingjabólkar. Og til endans spælir danin Nikolaj, sum vann MGP fyri tveimum árum síðani.

Barnafestivalurin er fyri øll børn og ung, og byrjar longu klokkan 10 á morgni. Tiltøkini millum 10 og 18 verða fyri børn og ung, meðan konsertin verður millum 20 og 23. Tiltakið kostar 50 krónur fyri hvørt barn, meðan vaksin sleppa ókeypis inn.