Føroysk gransking sett á heimskortið

Helgi Nolsøe, granskari á Fiskirannsóknarstovuni, fer í morgin á stóra bio-ráðstevnu í Kina, har hann skal halda ein fyrilestur. Hetta hendir eftir innbjóðing frá samskiparanum av ráðstevnuni

»Dear Dr. Helgi Nolsoe, On behalf of the Organizing Committee – China Medicinal Biotech Association, we cordially invite you to give a lecture at BIT Life Sciences’ 1st Annual World Congress of ibio-2008, a dedicated event on Industrial Biotechnology, which will be held on May 18, 2008 in Hangzhou, China«. Soleiðis ljóðaði byrjanin til innbjóðingina, sum Helgi Nolsøe ein dagin í februar fekk frá kinversku fyrireikarunum av einari bioráðstevnu, sum verður hildin í Kina í døgunum 18. til 21. mai. Talan er um eina rættiliga stóra ráðstevnu yvir fleiri dagar, og hon viðgerð evnir sum bio-brennievni, enzymir, mikrobiologi, heilivágvørur, umhvørvi, sjógv, landbrúk og føði. Helgi Nolsøe skal halda ein fyrilestur á ráðstevnuni, og í skránni stendur hann at halda hann 21. mai millum klokkan 14.20 og 14.45. At ein føroyingur er boðin við til hesa fyrstu ráðstevnuna av sínum slag í Kina kann undra. Men alt hevur sína frágreiðing. - Eg hevði eina grein í »International Journal of Food Science and Thechnology«, sum umrøddi ein nýggjan hátt at framleiða surimi, sum gevur eina munandi størri úrtøku. Kina er heimsins størsti framleiðari av surimi, so tað er helst orsøkin til, at eg eri boðin við, sigur Helgi Nolsøe. Herðaklapp Granskarin á Fiskirannsóknarstovuni er fegin um hendan spennandi møguleikan. Ikki bert at halda ein fyrilestur á eini slíkari ráðstevnu, men eisini at talan er um eitt so fjarskotið land sum Kina. Tá tú ferðast so langan veg er púra náttúrligt, at gera sær dælt av møguleikanum og taka nakrar dagar eyka á staðnum, og tað ger Helgi Nolsøe eisini. Hann fer úr Føroyum í morgin, fríggjadag og verður heima aftur mánadagin 26. mai. - Men tað tekur langa tíð at ferðast. Eg fari í morgin, men eri ikki komin upp á pláss fyrr enn leygarkvøldið, sigur Helgi Nolsøe. Fyrilesturin fer sjálvandi at snúgva seg um framleiðslu av surimi, hvussu úrtøkan betrast og framleiðsla úr feitum fiski. Kina er heimsins størsta fiskivinnutjóð og heimsins størsti framleiðari av surimi, so tað verður spennandi at halda hendan fyrilesturin, sigur Helgi Nolsøe. Tað má sigast, at tá ein føroyingur verður boðin við til eina slíka ráðstevnu, so setur hetta veruliga føroyska gransking á heimskortið. - Hetta er ein viðurkenning og eitt herðaklapp til føroyska gransking, sigur Helgi Nolsøe, sum hevur granskað nógv í framleiðslu av surimi.