Nú frágreiðingin, á 80 síður, er liðug og almannakunngjørd, er greitt, at landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm lesur hana sum hin versti lesur Heilagu Skriftirnar. Útvarpið er sjálvandi preparerað í góðari tíð, nú einasti politiski, ella rættari partapolitiski, boðskapurin er, at føroyingar brúka minni fíggjarliga orku til sjúkrahúsverkið enn grannarnir gera. Javnaðarflokkurin og landsstýrismaðurin kreeraðu stuntið, og heimastýrisradiofoniin legði seg fram eftir rommum, og kíkaði subjektiva boðskapin karráan.
Niðurstøðan í kanningini er ein lemjandi atfinning av landsstýrismanninum, umsitingini í ráði hansara og ditto í sjúkrahúsverkinum. Endasalutturin í niðurstøðuni, ið er skrivað á síðu 1, harvið rímiliga ásýnilig, er soljóðandi á donskum: ”Under budgetanalysens givne forudsætninger bør der derfor være væsentlige proces- og ressourcemæssige forbedringsmuligheder fra den politiske budgetproces til den daglige styring af sygehusenes økonomi. Sammenfattende er det vurderingen, at der er et ikke ubetydeligt potentiale for øget budgetdisciplin, større overblik over udgiftsdrivende faktorer, bedre styring og øget produktivitet.”
Landsstýrismaðurin, og harvið flokkur hansara, eru komin í dýrastu neyð av kanningini. Alment sleppur hann í mikrofonhaldarínum at tosa elegant um alt annað enn tað, sum kanningin snýr seg um. Tað tykist, sum ongin er førur fyri at seta honum spurningar í mun til tað sum kanningin er gjørd um og til. Einfaldi boðskapurin er nú, at vit brúka minni orku til sjúkrahúsverkið enn danir, íslendingar o.a., hetta snýr kanningin seg als ikki um, og tað var heldur ikki ætlanin við henni. Hon snýr seg heilt einfalt um, hvussu fíggjarstýringin í verkinum, heilt frá landsstýrismanninum, út í liðirnar á sjúkrahúsunum, stendur, í mun til játtaða fíggjarkarmin á løgtingsins fíggjarlóg. Onki annað. Niðurstøðan omanfyri er ein lemjandi kritikkur í mun til hendan spurningin, sum var ætlaður skuldi svarast, og er svaraður.
Hvussu kvaliteturin á føroyskum sjúkrahúsum er í mun til aktuellu játtanina vita vit ikki. Tann kanningin er ikki gjørd, tað átti hon at verið alt fyri eitt, soleiðis at politikkararnir, sum skulu játta peningin, veruliga vita, hvussu játtan og kvalitetur, í einum og sama høpi, standa í mun til tey londini, sum landsstýrismaðurin selektivt, partapolitiskt subjektivt og við ongum grundmateriali er farin at gera seg klókan uppá í fjølmiðlunum. Kanningin sigur greitt, at landsstýrismaðurin als ikki hevur fyrisitið sítt embætið á nøktandi hátt. Jóannes Eidesgaard megnaði onki at gera við partamannin, hvørki í fyrru ABC-samgonguni, tíansheldur í CHE-samgonguni og nú er spurningurin bara, um Kaj Leo torir at nema HPS við einum klova, ella rættari, um hann sleppur til tað fyri Javnaðarflokkinum. Tað spyrst um livst.









