Misskilt politisk uppgáva
Seinastu nógvu árini hava føroysku fólkatingssessirnir verið røktir, sum eitt slag av føroyskum sendistovuvirksemi í Keypmannahavn. Ørindarenning fyri hendan og handan einstaklingin, sum kann vera mikið væl. Kunningarfundir og ráðstevnur, sum kann vera mikið væl. Fjølmiðlaspinn og gykl, sum kann vera mikið væl. Har hevur verið spælt eitt skuggaspæl við lobbylótum, sum hevur skula legitimera, hví tjóðveldi stillar upp til fólkatingsval, og samstundis sagt at vit ikki skulu blanda okkum uppí danskan politikk. Men eru alt hettar nú í trá við ætlanina við fólkatingssessunum. Greiða svarið er nei!
Frá lobbysimu, til politiskt vald
Siga vit ja til skipanina við fólkatingsvali, so siga vit ja til at troyta allar teir politisku møguleikar, sum eru í skipanini. Einki við at spæla fólk í húsi. Einki við at umbera okkara hjáveru í fólkatinginum. Einki við at krúpa undan teirri ábyrgd, sum fylgir við vera valdur í eitt parlament. Er tú inni í skipanini, so ræður um at fáa so nógva ávirkan sum gjørligt, eins og við øllum øðrum fólkaræðisligum sessum. Politiskar semjur og demokratiskar atkvøðugreiðslur er dagsskráin, og tíðin har vit knarra uttanfyri ávirkan, skal avloysast av smílandi ávirkan innanfyri múrarnar. Soleiðis tryggja vit áhugamálini hjá okkara veljarum sum frægast, og tað er rætta náttúran í politikki.
Úr forhøllini, og innar í stjórnarstovurnar
Við verandi politisku støðu í Danmark, har hvør fólkatingssessur kann gera av, hvør verður stjórnarleiðari, og hvørjir vera leikbrøður hennara, er føroyska ávirkanin á fólkatingi í eini lyklastøðu. Vit hava møguleikan at flyta okkum innar í politiska hitan á Christiansborg, innar í stjórnarstovurnar, um væl ber til. Og hesin møguleikin skal ikki gleppa okkum av hondum. Við taktiskum tevi, og sniðfundigum snildi, ber til at telva seg, til búgvi borð.
Frá Janta til Jeppa
Skuldi tú ivast í um tað finnast tjóðveldisrøddir, sum søkja politisku ávirkanina á Fólkatingi, so nýtist tær ikki at ivast longur. Tí eg bjóði meg fram sum bygdadreingin, sum søkir beint inn í hjartað á politisku skipanini á flatlondum. Og har vera allir politiskir møguleikar nýttir, í royndini at ávirka donsku politisku skipanina innanífrá. Fólkatingsvalið skal nýtast til vald og ávirkan, føroyska samfelagnum at gagni.
Vit flyta okkum frá Janta til Jeppa, eisini um avleiðingin verður, at tín atkvøða, ger undirritaða til føroyskan forsætisráðharra á flatlondum.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður og valevni til fólkatingsvalið