sett sær fyri at gera nakað munagott fyri at lætta um hjá hesum bólkinum av borgarum okkara. Talið av teimum orðblindnu er ikki so lítið, tí mett verður at fimti hvør vaksin hevur brúk fyri at menna sínar [...] skrivi- og lesiførleikar. Ætlanin er nú at bjóða undirvísing, sum fer at tey betur før fyri at lesa og skriva. Júst hetta er trupulleikin, tí tey hava ilt við at lesa bókstavir og tøl, fáa ikki skriva øll [...] øll orðini og býta bókstavir um. Tey hava eisini trupulleikar at skriva ein samanhangandi tekst. Tey ið hava hug fyri hesi hjálpandi hondini kunnu venda sær til Saritu Eriksen, leiðara á kvøldskúlanum
til, at bara av oljuni fer stovnurin at hava 8-10 mió. krónur í halli í ár. Hesum hevur hann boðað Vinnumalaráðnum frá. Jóhan Dahl, landsstýrismaður er ikki sinnaður at áleggja Strandferðsluni at lækkað [...] ei heldur at hækka ferðaseðlaprísirnar. Í staðin fer hann at biðja um eykajáttan til Starndferðsluna. - Pengarnir skulu finnast onkrastaðni, sigur hann. Óstøðugi oljuprísurin hevur gjørt, at tað á fíg [...] Høgu oljuprísirnir hava við sær, at Strandferðslan fer at hava 8-10 mió. krónur í halli í ár ? bara av oljuni Oljuprísirnir hava í longri tíð javnan hækkað, og hetta merkir Strandferðslan væl. Strandf
beinleiðis frá sjórænarunum. Orsøkin, til at sjórænararnir hava býtt gíslarnar sundur, er óttin fyri, at servandir hermenn fara at royna at fría teir. Í gjár varð sagt, at gíslarnir vóru umborð á einum skipi [...] Danska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjár, at samband var við gíslarnar og sjórænararnar, og at gíslarnir høvdu tað gott eftir umstøðunum. Men tíðindini í VG benda á, at málið hevur fingið eina vend í nátt. [...] Tað er líkt til, at teir somalisku sjórænararnir hava býtt teir donsku gíslarnar í tveir bólkar og flutt teir í land í Somalia í nátt. Tað skrivar norska blaðið VG, sum hevur fingið upplýsingarnar beinleiðis
Samgonguna til Damaskus at royna at fáa al-Assad at steðga álopunum á mótmælisfólk. Samstundis hava teir arabisku uttanríkisráðharrarnir fingið boð um at koma á fund í næstu viku at viðgera viðurskiftini [...] býnum Homs, har fólk vóru komin saman at mótmæla stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta. Tíðindastovurnar skriva, at trygdarhermenninir fingu hjálp frá stríðsvognum, og at hernaðartyrlur sveimaðu uppi yvir [...] í Sýrialandi. ST og mannarættindafelagsskapir meta, at minst 2.200 fólk hava latið lív, síðani mótmælini ímóti sýriska forsetanum byrjaðu fyri einum hálvum ári síðani.
- Eg haldi tað vera púra rætt at leggja øll sjúkrahúsini undir felags leiðslu, og tað grundgevi eg við, at í framtíðini verða vit noydd at raðfesta í heilsuverkinum, ar karmarnir til tað fakliga verða [...] Landssjúkrahúsinum. Tað kemur ikki upp á tal at niðurleggja nakað virksemi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tí Suðuroyggin er so fjarskotin, og Klaksvíkar Sjúkrahús eigur ikki at verða niðurlagt. Tað sjúkrahúsið hevur [...] verið brúkt til enduruppvenjing, og tann parturin átti at verið styrktur, so Klaksvíkar Sjúkrahús verður ein miðstøð fyri enduruppvenjing umframt at hava bráðfeingis móttøku, heldur Páll á Reynatúgvu, sum
sjúkrahúsini. - Men fyri at kunna varðveita og styrkja øll sjúkrahúsini, er neyðugt at fremja bygnaðarligar broytingar staðfestir flokkurin eisini. - Hesar broytingar eiga at verða væl viðgjørdar og kjølfestar [...] fyribils slept ætlanini at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu Tað hevur flokkurin samtykt á eyka landsstevnu leygardagin. Samstundis staðfestir flokkurin, at sjúkrahúsverkið skal umfata [...] sum varða av hesum týdningarmiklu stovnum. Javnaðarflokkurin ásannar, at henda viðgerð tekur tíð og tí hevur flokkurin gjørt av, at málið verður ikki lagt fram á ting í hesum valskeiðinum. Sostatt verður
leggur afturat, at umberingin er ikki nóg mikið, tá hugsað verður um tær álvarssomu avleiðingarnar av hendingini. Enn hevur egyptiska stjórnin ikki sagt nakað um, at hon fer at boðsenda sínum sendiharra í [...] Tað er gott, at ísraelska stjórnin hevur biðið um umbering fyri, at fimm egyptiskir løgreglumenn doyðu í einum ísraelskum álopi á mál við markið hósdagin. Tað sigur stjórnin í Egyptalandi, sum tó leggur [...] vápnaðar palestinar við markið millum londini við tí úrsliti, at fimm egyptiskir løgreglumenn lótu lív. Tað er tó einki, sum bendir á, at hendingin fær nakrar avleiðingar fyri vápnahvíldaravtaluna, sum
starvsvenjin Hví hevur tú valt Sjósavnið? Tí at her sleppur man í samband við náttúruna, og mær dámar væl at arbeiða við djórum. Tí helt eg, at hettar var áhugavert at royna. Hvat hevur tú gjørt? Sett kombikkfellur [...] havi eg eisini tikið upp og klipt nakra filmar. Hvat roknar tú við at sleppa at gera í hesum tíðarskeiðinum? Eg havi fingið at vita, at vit skulu snorkla seinni í dag, og í næstu viku skal eg arbeiða eitt [...] eitt sindur á Náttúrugripasavninum. Er hettar nakað tú hevur hug til at halda fram við? Veit ikki heilt, men kanska. (Eftir Paula Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)
fólkatingsvalið, eigur hann at fara úr formansstarvinum hjá Vinstra, men 48 prosent halda, at hann eigur at halda fram sum formaður, um hann tapir. Hansara egnu veljarar eru tó ikki so avgjørdir, tí bara [...] heyst verður tann seinasti møguleikin hjá Helle Thorning-Schmidt at basa einum sitandi forsætisráðharra, og vinnur hon ikki, eigur hon at fara frá sum formaður í sosialdemokratiska flokkinum. Tað halda [...] Kanningin vísir eisini, at 42 prosent av hennara sosialdemokratisku veljarum siga tað sama. Hinvegin fær Lars Løkke Rasmussen heldur longri tjóður frá veljarunum. 29 prosent siga, at tapir hann næsta fól
tíðarskeið hevur Kristel arbeitt við at gera nýggjan tónleik, ætlanin er at hetta skal vera fyrsta lagið av fleiri, sum fara at koma út. Nýggja lagið “In the Lights” sigst at vera ein blanding av pop og electro [...] Kristel hevur mangan verið mett at vera ein av okkara bestu songkvinnum, og nú verður hon at hoyra við nýggja lagnum “In the Lights”. Kristel hevur verið mest kend fyri at syngja country, men á nýggja lagnum [...] lagið. Kristoffer Mørkøre hevur staðið fyri framleiðslu. Lagið verður at hoyra í næstum í Kringvarpinum og Rás2. Somuleiðis ber til at hoyra lagið á http://www.myspace.com/kristellisberg.