Tá b verður til d

VESTMANNA Í Føroyum finnast tey ið kunnu kalla seg orðblind. Hesi hava sínar trupulleikar, men nú fáa tey eina hjálpandi hond

Kvøldskúlin í Vestmanna hevur sett sær fyri at gera nakað munagott fyri at lætta um hjá hesum bólkinum av borgarum okkara.

Talið av teimum orðblindnu er ikki so lítið, tí mett verður at fimti hvør vaksin hevur brúk fyri at menna sínar skrivi- og lesiførleikar.

Ætlanin er nú at bjóða undirvísing, sum fer at tey betur før fyri at lesa og skriva. Júst hetta er trupulleikin, tí tey hava ilt við at lesa bókstavir og tøl, fáa ikki skriva øll orðini og býta bókstavir um. Tey hava eisini trupulleikar at skriva ein samanhangandi tekst.

Tey ið hava hug fyri hesi hjálpandi hondini kunnu venda sær til Saritu Eriksen, leiðara á kvøldskúlanum í Vestmanna.