9.c ì Tórshavnar Kommunuskúla er í hesum døgum í starvsvenjin
Hví hevur tú valt Sjósavnið?
Tí at her sleppur man í samband við náttúruna, og mær dámar væl at arbeiða við djórum. Tí helt eg, at hettar var áhugavert at royna.
Hvat hevur tú gjørt?
Sett kombikkfellur upp á Hvítanesi. Verði eftir fiski í Kaldbak, sum kann eta lýsnar hjá fiskinum. So havi eg eisini tikið upp og klipt nakra filmar.
Hvat roknar tú við at sleppa at gera í hesum tíðarskeiðinum?
Eg havi fingið at vita, at vit skulu snorkla seinni í dag, og í næstu viku skal eg arbeiða eitt sindur á Náttúrugripasavninum.
Er hettar nakað tú hevur hug til at halda fram við?
Veit ikki heilt, men kanska.
(Eftir Paula Jensen og Bjørk Eyðfinnsdóttir)










