Høgu oljuprísirnir hava við sær, at Strandferðslan fer at hava 8-10 mió. krónur í halli í ár ? bara av oljuni Oljuprísirnir hava í longri tíð javnan hækkað, og hetta merkir Strandferðslan væl.
Strandfaraskipini eru stórbrúkarar av olju.
Bogi Mortensen stjóri hevur roknað seg fram til, at bara av oljuni fer stovnurin at hava 8-10 mió. krónur í halli í ár.
Hesum hevur hann boðað Vinnumalaráðnum frá.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður er ikki sinnaður at áleggja Strandferðsluni at lækkað túratalið ei heldur at hækka ferðaseðlaprísirnar.
Í staðin fer hann at biðja um eykajáttan til Starndferðsluna.
- Pengarnir skulu finnast onkrastaðni, sigur hann.
Óstøðugi oljuprísurin hevur gjørt, at tað á fíggjarlógini næsta ár verður ein serlig játtan til oljuna. Fer prísurin á olju niður, fer avlopið aftur í landskassan, sigur Jóhan Dahl.










