Javnaðarflokkurin hevur fyribils slept ætlanini at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu
Tað hevur flokkurin samtykt á eyka landsstevnu leygardagin.
Samstundis staðfestir flokkurin, at sjúkrahúsverkið skal umfata øll trý sjúkrahúsini.
- Men fyri at kunna varðveita og styrkja øll sjúkrahúsini, er neyðugt at fremja bygnaðarligar broytingar staðfestir flokkurin eisini.
- Hesar broytingar eiga at verða væl viðgjørdar og kjølfestar í álitisfullum samstarvi við leiðslur, starvsfólk og øll sum varða av hesum týdningarmiklu stovnum.
Javnaðarflokkurin ásannar, at henda viðgerð tekur tíð og tí hevur flokkurin gjørt av, at málið verður ikki lagt fram á ting í hesum valskeiðinum.
Sostatt verður tað eitt nýtt løgting og ein nýggj samgonga, sum fær hett málið at taka støðu til.
Myndin er av javnaðarfólki sum lurta eftir at formaðurin heldur røðu á eyka landsstevnuni leygardagin.











