(KLAKSVÍK) Umfatandi skaðar stóðust av skottilburðinum í Klaksvík sunnukvøldið. Tveir løgreglubilar og ein persónbilur, ið kom framvið, vóru raktir av skotum. Serliga harðliga gekk tað útyvir teir báðar [...] latin av, varð eisini rakt. Vindeygað í hjúnarrúminum hjá fyristøðufólkunum var skotið inn, og kúlan endaði í kamarshurðini. Til alla lukku var eingin staddur inni í kamaranum, tá skotið varð ígjøgnum vindeygað [...] farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir
roynist í verki. Annars taki eg fult undir við tí, sum býráðsformaðurin í Klaksvík førdi fram í sambandi við tað orðaskifti, sum er farið fram um miðsavnan. Leggið alt, sum hevur við fiskivinnu í Klaksvík [...] tað frá býráðslimum í Tórshavn verður víst á, at teir hava bedingar bæði í Tórshavn og á Skála, so eru vit so væl fyri, at vit hava eina vælvirkandi beding við vælútbúnum handverkarum í Vági. Tað hevur eisini [...] hansara, borgarstjórin í Tórshavn, so vita Føroya fólk, at tjóðveldisflokkurin er fyri einari miðsavnan, og harvið einari niðurgerð av útjaðararøkjunum. Við at leggja eina slíka støð í Tórshavn verður avtoftanin
diskin í FK-handlinum í Nólsoyar Pálsgøtu ella spælir nýggjasta tónleikin fyri ungfólki í Lognbrá, er hann stundum at finna á pallinum í mentunarhúsinum Atlantis. Har hevur hann havt sína gongd í nógv ár [...] starvast dagliga sum leiðari í Keypssamtøkuni í Klaksvík, har hann byrjaði sum krambakallur fyri nøkrum árum síðani. Umframt tað rekur hann eisini dansistaðið Lognbrá, sum heldur til í KÍ-høllini. Tá Jan ikki [...] hvørt ár skemt og álvara. Tað er soleiðis at fólk, sum koma til sjónleik í Klaksvík, vænta at síggja ein skemtileik. Hetta ger, at vit í ein ávísan mun hava lagt okkum eftir teimum lættaru leikunum. ? Velja
tónleikaútgávurnar í Føroyum, soleiðis at hesar bert eru á fløgu. Í hesum førinum er tað Sp/f Sjónband, sum hevur staðið fyri gerð av videobandinum, so um onkur er, sum hevur áhuga í at gera eitt líknandi [...] teir í Sjónband ivaleyst tilreiðar at hjálpa. Vælkend nøvn Flestu tekstirnir og løgini á fløguni eru skrivað av Steintór Rasmussen, sum flestu føroyingar kenna. Hann hevur í fleiri ár roynt seg í hesum [...] longur. Eisini verða ymsar plakatir at keypa, eins og grebini til ymsu løgini eru at síggja í fløguhúsanum, so alt í alt er talan um ein heilt nýggjan hátt at selja tónleik upp á her heima. Videoløg og annað
skal innihalda fleiri tunlar saman í einum. Bæði vit í Norðoyggjum og tey í Vágum hava nú í fleiri ár goldið prísin fyri at fáa skuldina hjá okkara tunlum niðurgoldna. Hetta hevur sín kostnað fyri hesi øki [...] inntøkur undir nøkrum umstøðum. Fólkið í Eysturoynni og í Norðoyggjum verða gjaldarar av Skálafjarðartunnilin, tí vit verða sjálvandi brúkarar av honum eins og øll onnur í landinum. Tí er tað fullkomiliga skeivt [...] Sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu kann eg als ikki góðtaka tær ætlanir, sum nú eru lagdar fram, um at Norðoyatunnilin og Vágatunnilin skulu heingjast upp í eina nýggja, stóra skuldarloysn, sum skal
menn: KÍ-B71 3-1 (3-1) Tá B36 og VB spældu í Gundadali var Tony Paris ein av fleiri venjarum í 1. deild, sum njósnaðist, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið í Klaksvík sunnudagin, kundi máltalvan bent á, at [...] at klaksvíkingar ætlaðu sær at halda tørn í muninum til B36, tá tað snýr seg um mál. KÍ var í somu uppstilling, sum teir vóru í á Svangaskarði næstsíðsta sunnudag, og teir høvdu góða úrtøku burtur úr mø [...] hjá KÍ, og ikki minst í fjør og í ár hevur tað ligið væl fyri hjá honum at gera mál. Tað kenna sandoyingar alt til, og fyri at byrgja upp fyri hesum, høvdu teir givið formanninum í trivnaðarnevndini hjá
Høgnesen, formaður í mentunarnevnd Klaksvíkar Býráðs, sigur, at hon hevur verið so nógv burturstødd orsakað av sjúku í familjuni, at hon enn ikki hevur megnað at sett seg nóg væl inn í málið til at kunna [...] ymisk tiltøk í Klaksvík, og er tað onki undantak, tá tað kemur at finna høli til handarbeiðsskúlan, sigur Eigil. Hann heldur, at tað átti kortini ikka at verið ógjørligt at funnið høli til skúlan, tí tey [...] smá dagskeið verða koyrd. Summi nakrar dagar upp í slag, meðan onnur eru yvir nakrar spjaddar dagar. - Skúlin nýtir eitt nú hølini hjá Vevskúlanum úti í Grøv til vevingina. Og tað sum skúlin krevur av plássi
RC-felagnum í Klaksvík til arbeiðis uppi á Hálsi. Uppgávan var, at gera ein 100 metur langan vegastubba frá parkeringsøkinum og inn til tjørnina, sum teir gjørdu har seinasta heyst. Higartil hava limirnir í RC-felagnum [...] gott tol og vera fittur í hondunum. Tað tekur til dømis ofta upp til tvey ár at byggja eitt neyvt modell av einum trolara í støddini 1 til 50, men tá líkist hann eisini niður í minsta smálut. Um konufólk [...] taka kappingina upp. Sjálvboðið arbeiðið RC-felagið í Klaksvík hevur einar 40 limir, og alt arbeiðið, sum er gjørt higartil uppi á Hálsi, hava limir í felagnum gjørt sjálvbodnir. Men alt hetta hevði neyvan
hesuferð. Hóast tað var nakað kalt í verðinum, høvdu rættiliga nógv fólk leitað sær oman í Vágstún at lýða á midnáttarrøðuna, sum Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri helt í ár. Sum altið setti Klaksvíkar [...] sum eisini í røðuni var inni á týdninginum av myndini, vit skapa av okkum sjálvum úteftir. Brúk fyri øllum Í hesum sambandi hugleiddi Eyðfinn um, hvat onnur hugsað, tá vit siga ?Klaksvík?. Tað ringasta [...] vera í stovu saman ella ei, so er avgerandi fyritreytin fyri samstarvi, at vit duga at síggja tað alneyðuga í, at brúk er fyri øllum ? at vit fáa øll við og ikki útiloka nakran. Styrkin liggur í, at vit
summarsteðgin. Sagt verður mangan, at øll kenna øll í Føroyum. Og helst er okkurt um tað – eisini, tá talan er um mammur við pinkubørnum í Klaksvík. Hóast hetta bert var aðru ferð, at Rakul var til Vøggusangin [...] Orðini eigur 29 ára gamla Rakul Winther úr Klaksvík, sum er ein av mammunum sum annanhvønn fríggjadag seta hvørjum øðrum stevnu í Christianskirkjuni. Hon er her við fyrsta barni sínum, tríggjar mánaðar [...] gomlu dóttrini, Anna Winther Knudsen, sum var doypt leygardagin í somu kirkju. – Ja, tað er heilt sikkurt, at Anna dámar sera væl at koma her í kirkjuna. Her verða sansirnir hjá henni stimuleraðir á ein serstakan