Umfatandi skaðar

Bilar og sethús fingu skaða, tá skotið varð við skørpum í Klaksvík sunnukvøldið

(KLAKSVÍK) Umfatandi skaðar stóðust av skottilburðinum í Klaksvík sunnukvøldið.

Tveir løgreglubilar og ein persónbilur, ið kom framvið, vóru raktir av skotum. Serliga harðliga gekk tað útyvir teir báðar løgreglubilarnar, sum nærum vórðu skotnir í sor. Skotið var hol bæði á rútar og dekk, umframt at meiri enn 30 skothol vóru í skrokkinum á tí eina av løgreglubilinum.

Av politistøðini frættist, at hvørgin bilurin koyrir eftir skottilburðin, og at teir hava verið noyddir at læna ein bil úr Havnini.

Eisini fleiri av húsunum í grannalagnum vóru rakt, og nógvir rútar brotnaðu. Serliga grannahúsini sunnanfyri, har skotið varð, fingu stóran skaða. Trý skot vórðu skotin inn ígjøgnum vindeygu í húsunum, umframt at fleiri skot eisini raktu betonggrundina.

Eitt skot fór gjøgnum vesvindeygað á loftinum, og tvey gjøgnum køksvindeygað við tí úrsliti, at skotini gjørdu skaða á innbúgvið. Tað eina skotið fór lúkst inn gjøgnum veggin millum stovuna og køkin. har skotið, áðrenn tað endaði uppi undir loftinum í sunnara enda av húsinum, gjørdi skaða á bæði stovuborðið, ein stól og knústi eina glashurð.


Kanska endurgjaldskrav

Fleiri av hinum húsunum í grannalagnum vóru eisini rakt. Fleiri rútar brotnaðu, umframt at hol eisini kom á tekjuna á onkrum av húsunum.

Eisini longur burtur frá staðnum, har tilburðurin fór fram, stóðst skaði av skotunum. Klaksvíkar Sjómansheim sum liggur einar 400 metrar frá staðnum, har skotini vóru latin av, varð eisini rakt. Vindeygað í hjúnarrúminum hjá fyristøðufólkunum var skotið inn, og kúlan endaði í kamarshurðini. Til alla lukku var eingin staddur inni í kamaranum, tá skotið varð ígjøgnum vindeygað.

Enn er eingin endalig uppgerð gjørd yvir skaðarnar, sum stóðust av skottilburðinum, og ikki er vist, at alt er komið undan kavi enn. Sosialurin hevur verið í samband við annað av tryggingarfeløgunum, og har siga tey, at skaðar á ogn, sum er umfatað av teirra pakkatrygging, elvdir av skotum, eisini verða endurgoldnir av hesi trygging. Tó kunnu hann ella tey, sum elva til slíkan skaða vænta sær endurgjaldskrav frá trygginginarfelagunum.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður