Sum borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu kann eg als ikki góðtaka tær ætlanir, sum nú eru lagdar fram, um at Norðoyatunnilin og Vágatunnilin skulu heingjast upp í eina nýggja, stóra skuldarloysn, sum skal innihalda fleiri tunlar saman í einum.
Bæði vit í Norðoyggjum og tey í Vágum hava nú í fleiri ár goldið prísin fyri at fáa skuldina hjá okkara tunlum niðurgoldna. Hetta hevur sín kostnað fyri hesi øki, men vit hava tikið undir við hesum, tí vit hava sæð fram til, at skuldin verður burtur, og tunlarnir kunnu gerast partar av landsveganetinum hjá Landsverki.
Vágatunnilin hevur umleið 5 ár eftir at gjalda skuldina burtur, og Norðoyatunnilin hevur umleið 9 ár eftir. Hetta kemur ikki av ongum, men er úrslit av, at brúkararnir í hesum økjum hava goldið ein prís út frá givnum fortreytum.
Tí er tað sum at fáa ein frammaná, at frætta í miðlunum um eitt uppskot frá bankaheiminum og pørtum av politiska landslagnum, har m.a. Norðoyatunnilin skal brúkast sum fígging, har norðoyingar ikki longur bara skulu rinda til sín egna tunnil, men í óásetta tíð skulu bindast til at rinda og hefta fyri eina størri tunnilsloysn, eitt nú millum Havnina og Skálafjørðin. Hetta fer tí at kennast sum ein eykaskattur til norðoyingar.
Greið avtala
frá byrjan
Tað var ein púra greið fortreyt frá byrjan av, áðrenn hesir tunlar vórðu gjørdir, og sum varð sagt alment, at bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skuldu fíggjast við brúkaragjaldi, og at tá ið skuldin verður fult niðurgoldin, verða hesir tunlar ikki riknir við brúkaragjaldi longur, men verða partur av landsveganetinum, eins og allir aðrir partar av landinum so sum brúgvin um Streymin og Kaldbakstunnilin.
At hetta er so, verður staðfest av tí veruleika, at tað eru tvey atskild partafeløg, sum reka Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, júst fyri ikki at blanda lániskuldina hjá hesum báðum feløgum saman.
Hvat ein banki meldar út er so eitt, men tá ið tað kemur til okkara landsmyndugleikar, so hava vit fullan rætt til at krevja, at teir halda síni lyfti til norðoyingar og vágafólk, at skuldin fyri framtíðar undirsjóvartunlar ikki verður løgd oman á skuldina hjá okkara undirsjóvartunlum.
Tunnilsgjaldið
forðar menning
Áðrenn Norðoyatunnilin varð gjørdur, vórðu samfelagsbúskaparligar kanningar gjørdar fyri at staðfesta nyttuvirðið av hesum tunli, og varð tá komið til ta niðurstøðu, at størsta nyttan av hesi stóru og kostnaðamiklu íløgu verður, tá ið gjaldið er burtur.
Orsøkina til hetta síggja vit eisini í dagligdegnum her í økinum, at gjaldið fyri at brúka Norðoyatunnilin er ein púra greið forðing fyri enn meira samstarvi og dynamikki millum Eysturoy og Norðoyggjar.
Tunnilsgjaldið forðar sostatt fyri meira samansjóðing av hesum parti av landinum, ið hevur so stórt potentiali – ikki minst vinnuliga. Hetta nú fysiskt samanhangandi øki fær snøgt sagt ikki arbeitt frítt saman sum eitt samanhangandi øki, tí framhaldandi er tað í tvíningum av hesi darvandi bummpeningaskipan, og hetta hóast tað bert eru heilt fáir minuttir millum eitt nú Leirvík/Gøtu/Fuglafjørð og Klaksvík.
Íløgur gjørdar út
frá fortreytunum
Tað skuldi verið óneyðugt hjá mær at greitt bankafólki og landspolitikarum frá, at fyritøkur her í økinum hesi seinastu umleið 5 árini hava gjørt íløgur, har tær hava tikið sínar avgerðir út frá galdandi fortreytum, sum eru, at um 9 ár er Norðoyatunnilin skuldarfríur og harvið bummgjaldið burtur.
Hesar fyritøkur seta vit í Klaksvíkar Kommunu ómetaliga høgt, og kommunan ger eisini sítt ítarsta fyri at skapa so góðar karmar um hesar sum tilber, tí okkara vinnulív er grundarlagið undir øllum okkara samfelag og ikki minst lokalsamfelagnum í Norðoyggjum.
Tað ber tí ikki til, at tað landsalmenna nú fullkomuliga broytir hesar almennu fortreytir. Slíka vantandi virðing fyri okkara vinnu kunnu vit als ikki standa modell til.
Vit gjalda eisini fyri
Skálafjarðartunnilin
Eg vil tí staðiliga mótmæla, at Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, sum nú eru væl ávegis at rinda sína skuld niður, skulu nýtast fyri at útvega fígging og inntøkur til Skálafjarðartunnilin, og tað er eisini ringt at skilja, hví tað yvirhøvur verður skotið upp, tí hesum tunli fer ikki at mangla inntøkur undir nøkrum umstøðum.
Fólkið í Eysturoynni og í Norðoyggjum verða gjaldarar av Skálafjarðartunnilin, tí vit verða sjálvandi brúkarar av honum eins og øll onnur í landinum. Tí er tað fullkomiliga skeivt, at blanda skuldina hjá Norðoya- og Vágatunlunum saman við hesi stóru verkætlan. Tunlarnir vórðu gjørdir útfrá føstum fortreytum, tí skal Norðoyatunnilin ikki fíggja Skálafjarðartunnilin.
Klaksvík, 2. februar 2011










