Klaksvík:
Eigil Hentze, sum tekur sær av tí umsitingarliga partinum av skúlanum sigur, at hann veit onki um nøkur nýggj høli til skúlan, sum er.
- Tað vísir seg at vera sera torført at finna høli til ymisk tiltøk í Klaksvík, og er tað onki undantak, tá tað kemur at finna høli til handarbeiðsskúlan, sigur Eigil.
Hann heldur, at tað átti kortini ikka at verið ógjørligt at funnið høli til skúlan, tí tey krevja ikki so nógv.
Skúlin er skipaður á tann hátt, at smá dagskeið verða koyrd. Summi nakrar dagar upp í slag, meðan onnur eru yvir nakrar spjaddar dagar.
- Skúlin nýtir eitt nú hølini hjá Vevskúlanum úti í Grøv til vevingina. Og tað sum skúlin krevur av plássi svarar til eina skúlastovu, sigur Eigil Hentze, sum tí heldur, at tað átti at kunnað latið seg gjørt at funnið eini hóskandi høli.
Hann sigur eisini, at um høli ikki verða funnin, so er spurningurin sjálvandi um skúlin kann halda fram.
- Men tað er so ein politiskur spurningur, sigur Eigil.
Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum tekur sær av at finna eini høli til skúlan. Orsøkin til tað er, at skúlin hoyrir undir frítíðarundirvísingina hjá kommununi.
Hølini hjá Húsmøðrafelagnum, sum higartil hava hýst Handarbeiðsskúlanum skulu nú nýtast til Frítíðarskúlan hjá Klaksvíkar Kommunu. Frítíðarskúlin hevur annars hildið til í hølum hjá KÍ, men av tí at talið á børnum nú verður uppnormerað, so er tørvur fyri einum hølum, sum eru størri.
Dagskúli
Føroya Handarbeiðsskúli er ein dagskúli, sum byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í níti-árunum. Tá varð ein avtala gjørd millum kommununa og táverandi Landsskúlafyrisitingina um at koyra skúlan sum eitt royndarprojekt og so arbeiða fram í móti at menna skúlan til at blíva til ein skúla, sum skuldi líkjast Føroya Húsarhaldsskúla, sum er ein skúli, har næmingarnir búgva á skúlanum, meðan skeiðið er. Men tað skeiðið varar í átta mánaðir, meðan Handarbeiðsskúlin bert hevur smá skeiðir.
Men tað er so ongantíð komið so langt, tí skúlin koyrir framvegis sum ein skúli við smáum dagskeiðum.
Paulina Eliasen av Syðradali er ein av trimum lærarum, sum dagliga hava tilknýti til skeiðini á skúlanum. Hon sigur, at tær onkuntíð eisini fáa onkran annan handarbeiðslærara inn til eitt hvørt, men tað er í høvuðsheitum hon og tvær aðrar, sum undirvísa á skúlanum.
Tær undirvísa sum sagt í handarbeiði, har denturin verður lagdur á tað føroyska handarbeiði, so sum veving, tøving, garva skinn og roð, binding, føroysk bond og broderí til føroyska kvinnu- og mansbúnan.
Umframt hesi skeiðini hava tey eisini onnur skeið á skúlanum, sum verða, tá undirtøkan er nóg stór.
Paulina sigur, at áhugin fyri skeiðunum hevur verið vaksandi seinastu árini, og tí heldur hon, tað verða ómetaliga synd, um ongi høli verða funnin til skúlan. Tí so verða so at siga ongin skeið komandi ár.
Hon greiðir frá, at næmingarnir til skúlan koma allastaðni frá í landinum. Serliga eru nógvir eysturoyingar.
- Men tað koma sanniliga eisini fólk aðrastaðni frá. Tað er bara tað, at um fólk mugu gista her, so noyðast tey at finna eina loysn sjálvi, tí skúlin er bert ein dagskúli ? enn, sigur Paulina.
Her sipar hon til avtaluna millum Klaksvíkar Kommunu og Landsskúlafyrisitingina, sum tað æt tá, um at skúlin við tíðini skuldi fara at líkjast meiri og meiri Húsarhaldsskúlanum.
Paulina sigur, at í byrjanini tá høvdu tey eitt skeið, sum vardi fimm mánaðar, men tað vísti seg ikki, at vera nóg góð undirtøka fyri tí. Tí byrjaðu tey upp á at hava smá skeið, har fólk so kundu tekna seg til. Og tað gjørdi mun.
- Undirtøkan er sera góð í dag. Tað var strævið at byrja, men eg haldi, at tað altíð er strævið at byrja við onkrum og byggja tað upp. Men tað gongur so mikið nógv betri í dag, at tað er synd, um skúlin skal forfarast, tí ongi høli eru til taks, heldur Paulina Eliasen.
Finna skjóta loysn
Jórun Høgnesen, formaður í mentunarnevnd Klaksvíkar Býráðs, sigur, at hon hevur verið so nógv burturstødd orsakað av sjúku í familjuni, at hon enn ikki hevur megnað at sett seg nóg væl inn í málið til at kunna úttala seg nágreiniliga um støðuna, sum hon er í dag.
- Men tað er givið, at eftir summarfrítíðina, so mugu vit, sum vara av hesum máli, sessast og finna eina skjóta loysn upp á henda hølistrupulleika, sigur Jórun Høgnesen í viðmerking til málið.










