Eitt fet nærri dreingjadreyminum

Tað gongur støðugt framá við ætlanini hjá RC- felagnum í Klaksvík um at gera eitt rættiligt frítíðarøki uppi á Hálsi.
Leygardagin komu teir dreyminum eitt fet nærri, tá vegurin til tjørnina varð liðugur

Seinasta leygarmorgun fóru eini 15 mans úr RC-felagnum í Klaksvík til arbeiðis uppi á Hálsi. Uppgávan var, at gera ein 100 metur langan vegastubba frá parkeringsøkinum og inn til tjørnina, sum teir gjørdu har seinasta heyst. Higartil hava limirnir í RC-felagnum verið noyddir at ganga hetta strekkið gjøgnum hagalendi fyri at koma til tjørnina við sínum modellskipum. Og hóast teinurin ikki er langur, kann hann kennast ólagaligur við nógvum viðføri. Tí avgjørdi felagið longu síðsta vetur, at gera ein vegastubba á strekkinum, so tað verður lættari hjá teimum, serliga tá tey stóru modellini skulu flotast á tjørnini.
Og leygarkvøldið klokkan 23 var vegastubbin so liðugur. Tá høvdu sjálvbodnu limirnir úr RC-felagnum koyrt umleið 70 less av ífyllugróti, meðan ein broytførari hevði grivið av. Nú er so klárt at asfaltera og annars hampa vegin, men ætlanin er ikki at gera parkeringspláss við tjørnina. Heldur verður verandi parkeringaspláss haruppi víðka, so limirnir í felagnum og vitjandi fáa betri møguleikar at seta bilin frá sær har.

?Café Kaffikráin?
Tjørnin uppi á Hálsi er liður í eini størri ætlan hjá RC-felagnum um at gera økið til eitt rættiligt RC-umhvørvi, har limirnir fáa møguleika at royna sínar ymsu leikur, meðan onnur eisini fáa høvi at síggja ymiskt av tí sum felagið tekst við. Í løtuni eru teir í holt við at drena øki omanfyri tjørnina, so tað kann gerast til ein flogvøll til modellflogførini og niðanfyri verður seinni ein koyribreyt gjørd til fjarstýrdu bilarnar. Limirnir vóna, at hetta økið uppi á Hálsi sum frá líður kann gerast eitt hugnaligt frítíðarpláss, har vitjandi og ferðfólk samstundis kunnu sita og njóta tað vøkru náttúruna og tað frálíka útsýni og kanska enntá sleppa at keypa sær ein kaffimunn og ein køkubita.
- Men vit hava ongar ætlanir um at byggja nakra kaffistovu heruppi.Her eru einar tríggjar niðurdottnar kráir beint við, og tað kann væl hugsast at vit fara at laða onkra av teimum uppaftur, so hon kann brúkast sum kaffikrógv. Umstøðurnar her eru so vakrar, sum vit kunnu ynskja okkum. Og verður tað upp til okkum, skal náttúran her órógvast so lítið sum yvirhøvur til ber, siga limir í RC-felagnum.

Stórir dreingir ? dýrar leikur
Limirnir í RC-felagnum hava ikki so nógv ímóti at viðganga, at endamálið við økininum uppi á Hálsi eisini er at gera ein dreingjadreym til veruleika og at sleppa at vísa sínar leikur og reypa eitt sindur fyri øðrum og hvørjumøðrum.
- Í grundini eru vit bara stórir smádreingir, sum hava fingið ráð til eitt sindur dýrari leikur, enn vit høvdu, tá vit vóru yngri. Tað einasta, sum krevst afturat, er eitt barnsligt lyndi og stórur áhugi fyri øllum tøkniligum, sigur ein av teimum.
Men ein rættur RC-limur má helst eisini hava gott tol og vera fittur í hondunum. Tað tekur til dømis ofta upp til tvey ár at byggja eitt neyvt modell av einum trolara í støddini 1 til 50, men tá líkist hann eisini niður í minsta smálut.
Um konufólk eisini sita og putlast við slíkt í loyndum, vita teir í RC-felagnum ikki, men enn hevur onki konufólk tekna seg sum lim. Hinvegin hava tær verið framúr dugnaligar at baka køkur og gera kaffi, tá okkurt tiltak hevur verið á skránni, og har hætta stóru smádreingirnir sær ikki at taka kappingina upp.

Sjálvboðið arbeiðið
RC-felagið í Klaksvík hevur einar 40 limir, og alt arbeiðið, sum er gjørt higartil uppi á Hálsi, hava limir í felagnum gjørt sjálvbodnir. Men alt hetta hevði neyvan borið til uttan stóru vælvildina, bæði privatir og almennir stovnar hava sýnt ætlanini, og tað hevur gjørt arbeiðið sera hugaligt. Og meðan limirinr í felagnaum fegnast um hjálpina teir hava fingið frá Klaksvíkar Kommunu, vóna teir eisini at Kommunan nú fer at sýna sjálvum vegnum niðan á Háls størri áhuga. Vegurin er illa farin og er ofta til stóran ampa fyr øll tey mongu sum dagliga ganga túr har. Nú vakra økið hjá RC-felagnum er við at gerast veruleiki, kann tað jú væl hugsast, at tað fer at gerast meir áhugavert hjá ferðafólki eisini. Men sum vegurin nú sær út, er tað ikki so løgi, um onkur ikki hættar sær at byrja túrin niðaneftir.